Hví stendur “Hent aftaler” á skíggjanum?

Tá hendan kunningin er at síggja á skíggjanum, kemur tað ofta av einari dagføring frá Nest, innloysingaravtaluni ella at terminalurin ikki hevur verið í brúk yvir eitt longri tíðarskeið.

Fyri at loysa hendan trupulleikan, skalt tú koyra kortið í gjøgnum terminalin. Hetta kortið er klistra á løðistøðina “Nets Merchant card” – hetta er købmandskortið, tú fekst frá terminaldeildini, tá tú fekk terminalin.

Fylg niðanfyri mannagongd:

  • Koyr Købmansdkortet ígjøgnum
  • Trýst á 1 (Kortaftaler)
  • Trýst á 1 (Hent aftaler)

Eftir tú hevur fylgt omanfyri nevndu mannagongd, heintar terminalurin tær nýggjastu avtalurnar.

  • Tá terminalurin er liðugur, skalt tú fara út á startskermin aftur. Tað gert tú við at trýsta á tann reyða tastin
  • Síðani skal terminalurin avstemmast
  • Trýst á menu (tann hvíta tastin)
  • Trýst á 6 (Afstemning)

Um tú ikki hevur Købmandskortið, skalt tú ringja til terminaldeildina 608080/1 ella supportina 608080/2