
Spora – Fylg væl við
Privatlívspolitikkur
Galdandi frá 28. mai 2026
Okkara endamál er at geva tær møguleika at spora og umsita ferðir, akfør og aðra ogn í løtuni og aftur í tíð, soleiðis at tú fært bestu møguligu upplivingina við nýtslu av Spora. Hesin politikkur greiðir frá, hvørjar upplýsingar verða savnaðar, tá tú nýtir appina, hvussu upplýsingarnar verða viðgjørdar, og hvør hevur ábyrgdina av teimum. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar hesum viðvíkjandi, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Hvør er dátuábyrgdari?
FT Samskifti
(V-tal 3980)
Klingran
188 Hoyvík
Føroyar
FT Samskifti er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av persónsupplýsingum í sambandi við Spora – Fylg væl við.
Til at veita tænastuna nýta vit ein undirveitara, GPSWOX, sum verður rikið av:
UAB MR Digital Group
(felagsnr. 303374967)
Konstitucijos pr. 26
LT-08105
Vilnius
Litava
GPSWOX viðger persónsupplýsingar okkara vegna sum dátuviðgeri og einans sambært okkara skrivligu avtalum. Hetta er ásett í einari dátuviðgerðaravtalu sambært grein 28(3) í GDPR.
Hvørjar upplýsingar savna vit?
Upplýsingar, sum tú letur okkum sjálvboðið
Tá tú skrásetir teg ella stovnar ein vanga í appini, gevur tú okkum ávísar upplýsingar, sum t.d. navn, teldupostadressu, telefonnummar og í summum førum bústað og virkisupplýsingar.
Staðsetingar- og GPS-upplýsingar
Høvuðsendamálið við appini er at savna og vísa staðsetingarupplýsingar. Vit savna og goyma GPS-staðsetingar frá teimum eindum (akførum, sporieindum ella snildfonum), sum eru knýttar at tínum vanga.
Hesar upplýsingar kunnu fevna um:
- staðseting í løtuni og aftur í tíð
- leiðir og ferðatíð
- fráboðanir um ávís øki (geofencing)
Staðsetingarupplýsingar kunnu eisini verða innsavnaðar, tá appin koyrir í bakgrundini, alt eftir hvussu eindin og appin eru uppsettar.
Tøkniligar upplýsingar um eindina
Vit savna eisini tøkniligar upplýsingar um ta eind, tú nýtir, herundir:
- slag av eind
- ID á eindini
- IP-adressu
- stýrisskipan
Harumframt fáa vit upplýsingar, um appin steðgar óvæntað, við tí fyri eyga at finna og rætta feilir.
Nýtsluupplýsingar
Vit savna upplýsingar um, hvussu appin verður nýtt, til dømis innritanir, tíðarmerki og nýtslumynstur, fyri at tryggja trygd og støðugleika í tænastuni.
Hvussu vit savna upplýsingar
Vit savna upplýsingar á tríggjar hættir:
1. Upplýsingar, sum tú letur sjálv/ur
Til dømis tá tú skrásetir teg ella stovnar ein vanga.
2. Sjálvvirkandi upplýsningar frá eindum
GPS-eindir og appin senda staðsetingar- og tøkniligar upplýsingar til skipanina.
3. Frá triðjaparti
Vit kunnu fáa upplýsingar frá triðjaparti, um tú hevur givið samtykki til tað, ella um tað er heimilað sambært galdandi lóggávu.
Ritar tú inn við Samleikanum, fær Føroya Tele títt navn og p-tal. Viðgerðin av p-tali er heimilað sambært galdandi lóggávu, herundir § 4, stk. 2 í løgtingslóg um talgildan samleika.
Hvat vit nýta upplýsingarnar til
Vit nýta upplýsingarnar til at:
- veita og reka GPS-sporitænastuna
- spora akfør og aðra ogn í løtuni og aftur í tíð
- optimera og tillaga leiðir
- senda fráboðanir um ávís øki (geofencing)
- gera frágreiðingar um rakstur og nýtslu
- tryggja trygd og støðugleika í tænastuni
- verja ímóti ólógligari atgongd
- veita kundatænastu og tøkniligan stuðul
- lúka galdandi lógarkrøv
Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er fyrst og fremst, at viðgerðin er neyðug fyri at halda ásetingarnar í tænastuavtaluni sambært GDPR grein 6(1)(b).
Onnur viðgerð kann verða grundað á:
- samtykki sambært grein 6(1)(a)
- lógarkrøv sambært grein 6(1)(c)
- grundaðum áhugamálum sambært grein 6(1)(f)
Hvørja ferð vit senda tær marknaðartilfar, hevur tú møguleika at frávelja tað.
Tá tú sporar onnur fólk ella ogn
Nýtir tú Spora til at spora akfør ella eindir, sum verða nýtt av starvsfólkum, sjálvstøðugum veitarum ella øðrum persónum, bert tú sjálv/ur ábyrgd av at hava eina lógligt heimild fyri sporingini og av at kunna hesar persónar um, at teir verða sporaðir.
Í slíkum førum ert tú sjálv/ur dátuábyrgdari fyri hesum staðsetingarupplýsingum, meðan FT Samskifti og GPSWOX virka sum dátuviðgerar tína vegna.
Tú eigur tí at tryggja, at sporingin er í samsvari við galdandi dátuverndar- og arbeiðsmarknaðarlóggávu.
Hvussu og nær deila vit tínar upplýsingar
Vit selja ikki tínar persónsupplýsingar. Vit deila einans persónsupplýsingar við:
- okkara dátuviðgera GPSWOX (UAB MR Digital Group), sum viðger upplýsingarnar okkara vegna sambært okkara dátuviðgerðaravtalu
- almennar myndugleikar, um tað verður kravt sambært lóg ella lógligari áheitan
GPSWOX kann bert nýta aðrar dátuviðgerar við okkara loyvi og skal boða okkum frá broytingum í minsta lagi 10 dagar frammanundan, so vit hava møguleika at mótmæla.
Hvar verða upplýsingarnar viðgjørdar
Tá tú nýtir appina, verða upplýsingarnar goymdar og viðgjørdar uttanfyri Føroyar, men innanfyri EEA (European Economic Area) hjá okkara dátuviðgera í Litava.
Hetta verður gjørt sambært galdandi dátuverndarlóggavu, og vit tryggja, at upplýsingarnar verða viðgjørdar sambært galdandi reglugerðum.
Flyting til triðjalond fer bert fram sambært okkara dátuviðgerðaravtalu og í samsvari við kapittul V í GDPR.
Trygd
Saman við okkara dátuviðgera hava vit sett tøknilig og skipanarlig trygdartiltøk í verk fyri at verja upplýsingarnar, herundir:
- bronglan (encryption) av dátum í goymslu og undir flutningi
- atgongdarstýring
- eftirlit og trygdarrit (logging)
- regluligar trygdarkanningar
Okkara dátuviðgeri er ISO/IEC 27001:2022-váttaður.
Tó kunnu vit ikki tryggja, at upplýsingar ongantíð verða avdúkaðar av orsøkum uttanfyri okkara ávirkan.
Verður trygdarbrot staðfest í sambandi við persónsupplýsingar, boða vit Dátueftirlitinum frá uttan óneyðugt drál og í seinasta lagi 72 tímar eftir, at vit fáa kunnleika um brotið, um tað er sannlíkt, at brotið kann elva til váða fyri rættindi og frælsi hjá persónum.
Hvussu leingi vit goyma upplýsingarnar
Vit goyma persónsupplýsingar í upp til 6 mánaðir, uttan so at annað er avtalað við kundan ella kravt sambært galdandi lóggávu.
Tá vit ikki longur hava tørv á upplýsingunum, verða tær strikaðar, latnar aftur ella gjørdar ópersónligar.
Tá tænastan endar, verða persónsupplýsingarnar – herundir trygdaravrit – strikaðar ella latnar aftur til okkara, uttan so at lóg krevur annað.
Farspor (cookies)
Vit nýta farspor til at tryggja innritan og skilja, hvussu appin og heimasíðan verða nýtt.
Fyribils farspor (session cookies) verða goymdar, til tú ritar út, meðan varandi farspor (persistent cookies) verða goymdar longur og minnast tínar stillingar.
Farspor kunnu ikki koyra forrit ella leggja virus á tína eind.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú hesi rættindi:
- Rætturin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, vit viðgera um teg.
- Rætturin til rætting: Tú hevur rætt til at fáa skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar rættaðar.
- Rætturin til striking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar.
- Rætturin til viðgerðaravmarking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða.
- Rætturin til dátuflutning: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði og at fáa tær fluttar til annan dátuábyrgdara.
- Rætturin til mótmæli: Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, herundir beinleiðis marknaðarføring.
- Rætturin ikki at vera undirgivin sjálvvirkandi avgerðum: Tú hevur rætt til ikki at vera undirgivin einari avgerð, sum einans er grundað á sjálvvirkandi KT-skipan, herundir profilering.
Umbønir verða svaraðar skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 vikur eftir móttøku.
Um serstøk viðurskifti gera, at tað ikki ber til at svara innan 4 vikur, kann freistin verða longd, og tú fært boð frá okkum.
Vanliga viðgerðartíðin er umleið 30 dagar.
Okkara politikkur viðvíkjandi børnum
Børn undir 13 ár hava ikki loyvi at stovna vanga í appini.
Um tú ert búsitandi í EEA, kanst tú bert nýta appina, um tú hevur tann aldur, sum lóggávan í tínum landi krevur, ella um foreldrasamtykki er givið.
Ert tú foreldur og veitst, at barn títt nýtir appina uttan títt loyvi, vinarliga set teg í samband við okkum.
Broytingar í hesum politikki
Um vit broyta hendan politikkin, leggja vit broytingarnar út og dagføra dagfestingina omanfyri.
Heldur tú fram at brúka appina eftir, at broytingar eru gjørdar, verður hetta roknað sum samtykki til broytingarnar.
Hava broytingarnar stóran týdning, gera vit vart við tær sambært galdandi lóggávu.
Samband
Dátuábyrgdari:
FT Samskifti
Klingran
188 Hoyvík
Føroyar
Spurningar um tænastuna:
Spurningar kunnu stílast til kundi@ft.fo
Spurningar um persónsupplýsingar:
Spurningar kunnu stílast til dpo@ft.fo
Ert tú ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar, og úrslitið av tínari áheitan til okkara ikki er nøktandi, kanst tú kæra til Dátueftirlitið:
Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
600 Saltangará
Teldupostur: dat@dat.fo
Telefon: 30 91 00