
Terminalar
Hjá Føroya Tele gera vit tað lætt hjá tykkara fyritøku at taka ímóti gjøldum – bæði fysiskt og á netinum. Vit hava samstarv við Nets og Softpay og kunnu bjóða tykkum møguleikanum at leiga gjaldsterminalarnar, so tit fáa eina trygga og tíðarhóskandi loysn, ið passar júst til tykkara tørv.
Tænastur

Gjaldsterminalar og Softpay
Nýmótans og brúkaravinarligar gjaldsterminalar til tín, ið ynskir eina skjóta og álítandi avgreiðslu fyri tykkara kundar. Allir okkara terminalar taka ímóti kontantleysari sølu og øllum “wallets” á snildfonum.

Innloysingaravtalur og online gjald
Vit kunnu í samstarvi við Nets hjálpa tær við at fáa tykkara innloysingaravtalu uppá pláss, eisini tá talan er um online gjald.

Stutttíðarleiga
Skalt tú brúka ein leiguterminal til stevnu, festival, upplivingar ella annað tiltak, hava vit eina álítandi og vælumtókta loysn.

Terminal support 24/7
Vit bjóða 24/7 tænastu, soleiðis at tú altíð er tryggjaður skjóta og góða hjálp.
Gjaldsterminalar og Softpay
Hesar terminalarnar kunnu vit bjóða til langtíðarleigu ella til keyps.
Fyrimunir
Fjølbroyttir gjaldshættir
Terminalurin stuðlar øllum vanligum gjaldshættum, herundir kontaktleysum kortum, chip, magnetstriku og fartelefongjaldingum sum Apple Pay og Google Pay.
Skjót og støðug arbeiðsmegi
Við framkomnari tøkni og stuðli frá Ethernet verða gjøld framdar skjótt og trygt. Hetta minkar um bíðirøðir og ger arbeiðsgongdina við kassan meira effektiva.
Innbygdan prentara
Terminalurin hevur ein skjótan termiskan prentara; uttan tørv á eyka útgerð.
Høgt trygdarstøði
Terminalurin er góðkendur sambært hægstu PCI-PTS trygdarkrøvum, ið verja gjaldsupplýsingar og tryggja eina trygga gjaldsuppliving fyri bæði fyritøku og kundar.
Fyrimunir
Altíð á netinum
Skiftir sjálvvirkin millum 4G/5G, Wi-Fi og Bluetooth fyri gott samband.
Skjót avgreiðsla
Tekur ímóti øllum (NFC, Apple Pay, Google Pay, chip og magnetstríbu).
Haldbar tøkni
Battarí til ein heilan arbeiðsdag og innbygdan kvittanarprentari.
Lættur
Vigar bert 380g, perfektur at bera í hondini ella í lummanum.
Betri tænasta
Gjald við borðið ella á ferðini, ið styttir um bíðitíðina hjá kundanum.
Trygg og framtíðarsinnað
Lýkur hægstu trygdarkrøvini (PCI-PTS 5.x).
Einføld integratión
Samskiftir lætt við kassaskipanir, ið minkar um villur
Fyrimunir
Avgreiðslu við ferð á
Terminalurin er optimeraður til bæði tráðleyst gjald (NFC) og chip-avlesing, ið minkar um bíðitíðina og ger bíðirøðina styttri.
Sniðgivin til eina og hvørja nýtslu
Við sínum sterka sniði og bakgrundsupplýsta knøttaborði er hesin terminalurin sniðgivin og mentur til at tola dagligt slit í sjálvt teimum mest krevjandi umstøðunum.
Høg trygd
Lane/36 00 lýkur nýggjastu PCI-trygdarkrøvini, so bæði tit og kundarnir kunnu kenna tykkum trygg við hvørjum gjaldi.
Støðug integratión
Við at knýta terminalin beinleiðis til kassan (POS) umvegis kaðal, sleppa tit undan óstøðugum netsambandi og tryggja eina feilfría uppteljing av søluni.
Fyrimunir
Fullkomið gjaldsfrælsi hvar sum helst
Appin tekur ímóti øllum nýmótans kontaktleysum gjaldingum, herundir Visa, Mastercard, Apple Pay og Google Wallet, so tú missir ongantíð eina møguliga sølu.
Brúkaravinarlig og trygg PIN-tøkni á skíggjanum
Tá goldið verður fyri stórar upphæddir, kemur eitt góðkent talborð fram á skíggjan, so viðskiftafólkið fær eina trygga og brúkaravinarliga uppliving, tá ið pin-kotan verður tøppað inn.
Smidlig og skjót kassaintegratión
Softpay hevur eitt opið og framkomið AppSwitch SDK, ið ger tað sera einfalt at varðveita tína gjaldsavtalu og eisini samansjóða appina við tína verandi POS-kassaskipan.
Hægsta PCI MPoC-trygdarváttan
Lýkur strangastu krøvini innan PCI MPoC (Mobile Payments on COTS) og tryggjar harvið eina sera trygga gjaldsloysn. Við fullfíggjaðari end-to-end-kryptering (E2EE) verða bæði gjalds- og kundaupplýsingar vardar gjøgnum alla transaktiónina.
Bílegg eitt prát
Sig okkum frá, um tú ynskir eitt prát um tænastur, leigu ella keyp av terminalum. Vit kunnu svara tínum ivamálum og ráðgeva tær í, hvør terminalur hóskar best til tín tørv.

Innloysingaravtalur og online gjald
Vit kunnu í samstarvi við Nets hjálpa tær við at fáa tykkara innloysingaravtalu uppá pláss, eisini tá talan er um online gjald.
Innloysingaravtalan handlar um eina gjaldsavtalu, har tú kanst taka ímóti gjaldskortum hjá tykkara kundum, bæði føroyskum og útlendskum kortum.
Set teg í samband við okkum, so kunnu vit vegleiða teg. Tit eru eisini vælkomin til at biðja um eitt innloysingarprát, har vit gjøgnumganga alla mannagongdina saman við tær.

Stutttíðarleiga
Skalt tú brúka ein leiguterminal til stevnu, festival, upplivingar ella annað, hava vit eina álítandi og vælumtókta loysn. Move3500 terminalurin er einfaldur at taka í nýtslu og hóskar væl til bæði smærri og størri tiltøk.
Move3500 terminalurin
- Altíð á netinum: Skiftir sjálvvirkandi ímillum 4G/5G, Wi-Fi og Bluetooth fyri at fáa besta sambandið
- Skjót avgreiðsla: Tekur ímóti øllum (NFC, Apple Pay, Google Pay, chip og magnetstrípu)
- Haldbar tøkni: Battarí til ein heilan arbeiðsdag og innbygdan kvittanarprentari.
- Lættur: Vigar bert 380g, perfektur at bera í hondini ella í lummanum.
- Betri tænasta: Gjald við borðið ella á ferðini, ið styttir um bíðitíðina hjá kundanum.
- Trygg og framtíðarsinnað: Lýkur hægstu trygdarkrøvini (PCI-PTS 5.x).
- Einføld integrasjón: samskiftir lætt við kassaskipanir, ið minkar um villur

Sig okkum frá í minsta lagi 5 dagar frammanundan, um tú ynskir at leiga ein terminal til styttri tíðarskeið. Vit syrgja fyri at bíleggja TID til terminalin og seta okkum í samband við tykkum, tá terminalurin er klárur at heinta.
Tað er eisini møguligt at leiga terminalar í longri tíðarskeið eftir tørvi, t.d.frá mai til septembur.
Tit eru altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara fyri ráðgeving og vegleiðing, so vit saman finna bestu loysnina til tykkara tørv.
Um tit ikki hava leigað frá okkum áður, skal fyrst farast undir innloysingaravtalur og online gjald. Vit hjálpa tykkum sjálvsagt í gongdini og samskipa í felag eina innloysingaravtalu við Nets.

Terminal support 24/7
Okkara terminaldeild veitir tekniska support alt samdøgrið allar dagar í árinum. Vit eru til reiðar at veita vegleiðing, ráðgeving og tekniska hjálp, tá tørvur er á tí.
Á síðuni við ofta settum spurningum hava vit savnað nakrar av teimum mest vanligu spurningunum og avbjóðingunum, sum kunnu stinga seg upp í sambandi við nýtslu av terminalunum. Á síðuni finna tit greiðar og einfaldar vegleiðingar, so tit hava møguleika at loysa smærri trupulleikar skjótt og ómakaleyst sjálvi.
Okkara royndir vísa, at flestu av hesum støðunum kunnu loysast innan fáar minuttir, um ein kennir røttu mannagongdina. Okkara support er tó altíð tøk, og tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava tørv á hjálp ella nærri vegleiðing.
Hví velja Føroya Tele
Tá ið tit velja Føroya Tele sum tykkara veitara av gjaldsloysnum, fáa tit meira enn bara eina gjaldsloysn. Tit fáa ein samstarvspartnara, ið:
Kennir marknaðin
Við nógvum árum á baki og stórari vitan innan økið, kenna vit tørvin hjá bæði smærri og størri fyritøkum. Áðrenn tú hevur sett spurningin, kenna vit svarið.
Alt koyrir bara, sum tað skal
Vit samstarva við Nets og Softpay, sum eru ímillum teir sterkastu veitararnir á altjóða gjaldsmarknaðinum. Hetta merkir fyri tykkum, at tit fáa bestu altjóða loysnirnar við bestu trygdini.
Bjóða tær eina samlaða loysn
Hjá okkum fært tú eina samlaða loysn, soleiðis at tað verður lættari hjá tær at taka ímóti gjøldum av ymiskum slagi – alt frá sama veitara.
Har trygd og samsvar eru í miðdeplinum
Allar okkara loysnir halda altóða trygdarkrøv, so bæði tykkara fyritøka og tykkara kundar kunnu kenna seg trygg, tá tey nýta gjaldsloysnir frá Føroya Tele.
Allar okkara loysnir halda altóða trygdarkrøv, so bæði tín fyritøka og kundar eru trygg. Allar okkara loysnir halda altóða trygdarkrøv, so bæði tín fyritøka og kundar eru trygg.
Vinnudeildin
Um tú hevur tørv á hjálp, so eru vit altíð klár at hjálpa tær. Ring til okkum á 608080.