
Føroya Tele
Eitt sterkt samtak
Um okkum
Aðalmálini hjá okkum nú, og tá ið felagið varð stovnað, líkjast, men eru kortini ymisk. Vit knýta føroyingar saman í einfalt fjarskifti, sum skal vera tað besta og fremsta av sínum slag í Føroyum. Vit seta altíð kundan í miðdepilin í øllum okkara virksemi, og vit menna innanhýsis førleikar til at skapa einfaldar loysnir til frama fyri kundan.
Í meira enn 110 ár hava vit tænt føroyingum, og føroyska fólkið hevur verið hjartaslátturin í fyritøkuni. Men pulsurin í dag er ein heilt annar, og tað føroyska fólkið setir heilt onnur krøv í einum heimi, sum broytist dag frá degi, og kappingin er ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hesi krøv gera vit okkum ómak at røkka og menna hvønn dag.
Skal ein fyritøka sum okkara ganga á odda í føroyska framburðinum, krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg eftir einum heimi í støðugari broyting. Vit vita, at meginparturin – níggju tíggindarpartar – av einum ísfjalli er undir vatnskorpuni. Soleiðis er eisini við samskiftinum millum okkum menniskju.
Tað krevur innlit, styrki og førleikar at fáa alt undir yvirflatuni at hanga saman, so tað omanfyri tykist greitt og sjálvsagt.
Samfelagstilvit 2025
Vit eru við
– í fremstu røð
SÍGGJ FILMIN Í FULLARI LONGD
Samfelagstilvit og ársfrásagnir

2025


2024


2023


2022


2021


2020


2019


2018


Lønarpolitikkur og samsýningar
Politikkurin ásetur stevnu og leiðreglur hjá Føroya Tele um løn, pensjónspolitikk og leiðreglur fyri, hvussu samsýning fyri fráfaring verður latin. Lønarpolitikkurin verður lagdur fram, eftir at nevndin hevur samtykt hann fyri aðalfundin.
Varskógvarapolitikkur
Vit vilja fremja virksemið við integriteti, gjøgnumskygni og í samsvari við galdandi lóggávu og eina høga etiska standard. Fyri at uppihalda hesi virði hava vit sett á stovn varskógvaraskipan sum partur av áhaldandi arbeiðnum at tryggja sunna virkismentan og regluvarni.

Farnetið
FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Nema samstarva um sendistøðirnar í nýggja farnetinum, sum FT Samskifti hevur latið byggja saman við Ericsson. Avtalan kom í gildi, tá ið nýggja farnetið var klárt at taka í nýtslu. Veitararnir bjóða sama dekning, meðan tað framvegis er kapping um hald, produktir og tænastur.
Les meira
Privatlívspolitikkur
Soleiðis savna og viðgera vit persónsupplýsingar
Tíðindi
Stuðul
Vit lata stuðul til endamál, ið hóska væl saman við okkara virksemi, og vit ynskja fegin samstarv, ið tænir báðum pørtum. Tað er treyt, at stuðulin fer til gott endamál, sum røkkur breiðum málbólki í Føroyum.
Send okkum skrivliga umsókn til studul@ft.fo. Í umsóknini vilja vit millum annað vita, hvat søkt verður um, hvat endamálið er, og hvønn ágóða vit fáa.
Vit lata ikki stuðul til:
- Uttanlandsferðir / námsferðir
- Almenn og kommunal tiltøk
- Rakstur
- Keyp av lutaseðlum
- Keyp av fløgum og bókum
-
Útgávur
