Varskógvarapolitikkur

Vit vilja fremja virksemið við integriteti, gjøgnumskygni og í samsvari við galdandi lóggávu og eina høga etiska standard. Fyri at uppihalda hesi virði hava vit sett á stovn varskógvaraskipan sum partur av áhaldandi arbeiðnum at tryggja sunna virkismentan og regluvarni.

Endamálið er at geva starvsfólkum møguleika fyri dulnevnt at boða frá støðum og viðurskiftum, sum tey eru eygnavitni til, og sum ikki eru í tráð við galdandi lóggávu ella eru álvarsom brot á innanhýsis politikkir og mannagongdir.

Politikkurin er galdandi fyri øll starvsfólk í samtakinum. Starvsfólk kunnu dulnevnt senda fráboðan gjøgnum skipanina á intraneti felagsins. Allar fráboðanir verða viðgjørdar av óheftum advokati fyri at tryggja partloysi.

Óhefti advokaturin ger av, hvørji stig eru hóskandi í hvørjum máli. Upplýsingar, sum geva ábending um neyðug atlit, sum eiga at verða tikin ella tiltøk, skulu setast í verk alt fyri eitt.


Les eisini:

Lønarpolitikkur og samsýningar

Politikkurin ásetur stevnu og leiðreglur hjá Føroya Tele um løn, pensjónspolitikk og leiðreglur fyri, hvussu samsýning fyri fráfaring verður latin. Lønarpolitikkurin verður lagdur fram, eftir at nevndin hevur samtykt hann fyri aðalfundin.