Lønarpolitikkur og samsýningar
Inngangur
Politikkurin ásetur stevnu og leiðreglur hjá Føroya Tele um løn, pensjónspolitikk og leiðreglur fyri, hvussu fráfaringarsamsýning verður latin. Lønarpolitikkurin verður lagdur fram, eftir at nevndin hevur samtykt hann, fyri aðalfundin.
Grundarlag
Ásetingarnar í lønarpolitikkinum taka støði í eigarapolitikki landsins frá apríl 2018.
Lønarpolitikkur
Politikkur viðvíkjandi løn og pensjón og leiðreglur fyri pensjónspolitikk og fráfaringarsamsýning fyri nevnd, stjórn, starvsfólk, hvørs virksemi hevur stóra ávirkan á váðaprofilin hjá Føroya Tele (týðandi váðatakarar) og fólk í eftirlitsstørvum hjá Føroya Tele. Lønarpolitikkurin miðar eftir at reka lønarpolitikk og lønarsiðvenju, sum samsvarar við og stimbrar sunna og effektiva váðastýring í Føroya Tele.
Nevnd og stjórn
Variablir lønarpartar verða ikki goldnir nevnd, hvørki sum løn, partabrøv, forkeypsrættur (optiónir), pensjón ella onnur samsvarandi skipan. Um bonus verður avtalað við stjórn, skal hetta verða ásett á ein slíkan hátt, at talan er um málsetningar, sum stjórin veruliga hevur ávirkan á. Um bonus verður nýtt, skal útgangsstøðið verða, at ein bonusskipan verður gjørd fyri móðurfelagið og dótturfeløg, sum er skipað á sama hátt, men óheft av hvørji aðrari.
Talan kann verða um stuttfreistað fíggjarlig mál t.d. EBITDA, umframt mál, ið eru við til at tryggja framtíðar menning, og/ella stuðla undir strategi og langfreistað mál fyri samtakið.
Samlað bonus skal ikki verða hægri enn 25% av føstu samsýningini.
Møgulig bonusmál skulu ásetast innan byrjan av hvørjum roknskaparári. Í hesum sambandi skal serligt skjal gerast fyri eitt ár í senn, og tað skal klárt ganga fram, at ein møgulig bonusskipan kann avtakast uttan at stjórin vinnur rætt til samsýning í hesum sambandi.
Nevndin skal verða varin í samband við, at bonusmál verða ásett. Bonusmálini skulu verða ”ambitiøs”, men tó realistisk, soleiðis at stjórin ikki “av sær sjálvum” á hvørjum ári fær rætt til fult bonus.
Felagið skal tryggja sær rætt til í heilt serligum førum at krevja bonus afturgoldið, um tað vísir seg at goldið er út samsvarandi upplýsingum, sum seinni vísa seg at vera skeivir. Aðrir variablir lønarpartar verða ikki goldnir stjórn, hvørki sum partabrøv, forkeypsrættur (optiónir), pensjón ella onnur samsvarandi skipan.
Starvsfólk í eftirlitsstørvum
Variablir lønarpartar verða ikki goldnir starvsfólki, sum hava um hendi eftirlitsvirksemi, hvørki sum løn, partabrøv, forkeypsrættur, pensjón ella onnur samsvarandi skipan.
Ábyrgd
Ábyrgd av politikkinum hevur nevndin í Telefonverkinum P/F.
Endurskoðan
Nevndin gjøgnumgongur lønarpolitikkin einaferð um árið og fremur neyðugar tillagingar.
Aðalfundurin
Lønarpolitikkurin skal góðkennast á aðalfundi hja Telefonverkið P/F.
Seinast dagført
Seinast góðkent av nevnd tann 9. apríl 2024.
Góðkent á aðalfundi hjá Telefonverkið P/F tann 30. apríl 2024.