Eg havi longu Mofibo. Kann eg varðveita mína kontu?
Tú kanst gott varðveita kontuna og historikkin. Tað einasta, tú skalt gera, er at brúka tína vanligu innritan, tá ið tú aktiverar Mofibo inni á Mítt FT her. Tú skalt minnast til at velja “Tidligere Mofibo kunde”, tá ið tú aktiverar.
Hevur tú longu aktivt hald hjá Mofibo, skalt tú fyrst siga haldið upp og lata tað ganga út, áðrenn tú aktiverar haldið á Mítt FT. Tá ið títt Mofibo-hald er gingið út, kanst tú lætt knýta tað at Føroya Tele haldinum, so tú sleppir undan at gjalda dupult.
