
Bonding:
Tvær linjur til breiðband
Um tú ynskir at fáa eina hægri breiðbandsferð, enn linjan hjá tær megnar í løtuni, kanst tú fáa tað við at leggja tvær linjur inn í húsið; hervið kallað bonding. At stovna eitt breiðbandshald við bonding krevur fyrst og fremst tvær linjur, men hartil eisini:
- Montørarbeiði bæði í tøknihúsi hjá Føroya Tele og heima hjá tær fyri ein eyka kostnað.
- Ein serligan beinara, sum kann brúka tvær linjur í senn.
Kostnaðurin fyri bonding er eitt eyka linjugjald upp á 27,50 kr. um mánaðin. Hetta legst omaná kostnaðin fyri haldið og møguliga linjugjaldið upp á 87,50 kr.
Fyri at fáa fullan ágóða av ferðini er umráðandi at hava røttu útgerðina. Í hesi føri krevst ein serligur beinari, ið eitur FritzBox 7583. Hesin klára tvær linjur í senn og kostar 1.699 kr. Hann fæst til keyps í Telebúðini ella her.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tel. 808080 og fáa meira at vit um breiðband við bonding.