Hvussu broyti eg loyniorðið á mínum telduposti frá Føroya Tele?
Um tú hevur fingið teldupost um, at loyniorðið hjá tær er við at ganga út, kanst tú broyta tað við at fylgja vegleiðingini niðanfyri.
Um tú velur ikki at broyta loyniorðið, virkar telduposturin hjá tær kortini sum vanligt.
Far inn á webmail.olivant.fo
Skriva teldupostadressuna hjá tær í teigin Email address og trýst á Next.

Skriva loyniorðið hjá tær í teigin Password og trýst á Sign in.

Tá ið tú ritar inn fyri fyrstu ferð, skalt tú ígjøgnum nøkur stig:
- Trýst á Next
- Trýst síðani á Skip this step >
- Og at enda á Got it
Trýst á vangamyndina ovast í høgra hornið og vel Options
Vel Mail og síðani Accounts og Change Password

Skriva gamla loyniorðið í Old Password.
Skriva nýggja loyniorðið í New Password og Confirm Password.
Trýst á OK.
.