Sertreytir fyri eykahald til vinnu
Tá ið tú sum arbeiðstakari stovnar eykahald, sum verður knýtt at vinnuhaldi, ið arbeiðsgevarin rindar fyri, váttar tú, at tú eigur og somuleiðis bindur fyri tað, sum verður keypt.
Tískil er tað eisini tín ábyrgd at strika eykahaldið, tá ið arbeiðsgevarin strikar vinnuhaldið, har ið eykahaldið er knýtt at.
Við eftirstøðu heftir tú sum arbeiðstakari fyri skuld, ið er tengd at eykahaldinum. Bara tú kanst síggja yvirlit yvir eykakeyp, nýtsluyvirlit og hvat slag, ið eykahaldið er.
Eykahaldið verður knýtt at telefonnummarinum, sum er ogn hjá arbeiðsgevara. Ein møgulig yvirtøka av telefonnummarinum má gerast í samráð við arbeiðsgevaran.