

Droymir tú um eitt lærupláss innan handil?
Vit sóknast eftir einum forvitnum, ágrýtnum og tænastusinnaðum lærlingi at koma í læru í telebúðunum hjá okkum í Tórshavn og Hoyvík.
Um læruplássið
Sum handilslærlingur hjá okkum fært tú eina fjølbroytta og mennandi læru, har tú bæði mennir teg fakliga og persónliga. Tú kemur at arbeiða í einum framskygdum og fjølbroyttum umhvørvi, har kundin altíð er í miðdeplinum.
Í dagliga arbeiðinum kemur tú m.a. at:.
- ráðgeva og veita tænastu til kundar
- selja nýggjastu tøknina á marknaðinum
- seta upp og vegleiða um loysnir fyri kundar
Í lærutíðini verður skift millum vanliga arbeiðsdagin og skúlagongd á Glasi.
Vit ímynda okkum, at tú:
- dugir væl at samskifta við bæði kundar og starvsfelagar
- ert tænastusinnað/ur og brennur fyri góðari kundaráðgeving
- dámar væl at arbeiða við málum
- ert forvitin eftir nýggjari tøkni og hevur áhuga í at læra
- vilt menna teg innan sølu og tænastuveiting
- leggur dent á samstarv og trivnað
- hevur lokið ella ert við at verða liðug/ur við eina miðnámsútbúgving, t.d. búskaparbreyt, FHS, hugbreyt, náttúrubreyt ella fyrireikingarbreyt v.f.
Longd á lærutíðini
Lærutíðin veldst um útbúgvingina, ið tú hevur lokið. Ein fyrimunur er, um tú hevur lisið ella lesur búskaparbreyt, ella hevur HH-prógv.
Lærutíðin:
- 2 ár við búskaparbreyt ella HH-prógvi
- 2½ ár við øðrum miðnámi
- 3 ár við FHS-prógvi
Vit bjóða tær:
Eitt lærupláss, har tú verður partur av einum toymi, har samstarv, nærlagni og persónligur vøkstur eru í hásæti. Tú fært møguleika at menna tínar fakligu førleikar, arbeiða við spennandi uppgávum og vera ein virkin partur av einum umhvørvi, har vit stuðla hvørjum øðrum og koma hvørjum øðrum við..
Setanartreytir og freist:
Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele. Vit viðgera umsóknir og kalla inn til samrøður so hvørt. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er sunnudagin 15. juni 2025.
Tú søkir læruplássið her.
.
SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara