Føroya Tele fer at fremja dagføringar á farnetinum í tíðarskeiðinum frá viku 8 til og við viku 11.

Vit vænta ikki, at tænasturnar á farnetinum verða ávirkaðar. Kortini kunnu órógv koma fyri, um óvæntaðar umstøður taka seg upp. Arbeiðið verður framt um náttina fyri at minka um møguligt órógv hjá kundum.

Hesin tíðindastubbi verður regluliga dagførdur við kunning um møguligar broytingar ella órógv.

05.03.25

Tað eru trupulleikar við at móttaka SMS hjá kundum sum eru uttanlands og sum hava SMSoIP-tænastuna á haldinum.

Feilurin er rættaður.


04.03.25

Tað eru í løtuni trupulleikar við at móttaka og senda SMS hjá kundum, sum hava SMSoIP-tænastuna á haldinum.

Feilurin er rættaður.


04.03.25

Hjá ávísum kundum riggar ikki at ringja og móttaka uppkall. Vit arbeiða við at loysa trupulleikan.

Hetta sær út til at raka kundar, sum ikki eru á VoLTE.

Feilurin er rættaður.


02.03.25

Dagføringar verða framdar á farnetinum í viku 10.

Dagføringarnar fara fram næturnar til mánadag 3/3, týsdag 4/3 og mikudag 5/3.

Talan er um umfatandi dagføringar, og leggja vit arbeiðið soleiðis til rættis, at kundaupplivingin verður ávirkað sum minst. Tó kann eitt sindur av órógvi væntast, ímeðan arbeiðið fer fram.

Um tól missa sambandi og ikki sjálvvirkandi koma aftur á netið, viðmæla vit at tendra og sløkkja tólið, ella seta tólið í og úr flogstøðu.

Um tit hava spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á 808080.