Tonik side event við Robin Daniels

Hvussu fert tú frá taktikki til ógloymandi úrslit?

Kom við til Tonik side event á Føroya Tele, har Robin Daniels fer at tosa um endamál, nærveru og persónligt brand – og hvussu hesi kunnu flyta bæði teg, títt arbeiði og tína leiðslu upp á eitt hægri støði.

Robin Daniels er Chief Business Officer í donsku fyritøkuni Zensai, har hann hevur ábyrgdina av marknaðarføring, produktmenning, samstarvspørtum og GTM (Go-To-Market). Hann hevur drúgvar royndir úr nøkrum av heimsins best kendu fyritøkum, m.a. LinkedIn, Salesforce, WeWork og Matterport. Hann er kendur fyri sín skarpa og inspirerandi boðskap um vøkstur, leiðslu og branding.

Fyrilesturin verður týsdagin 5. mai kl. 14:00-15:30 í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til. Freistin at melda til er fríggjadagin 1. mai 2026.

GG! Fyrilesturin er á enskum.