Vit liva í eini ótryggari tíð, har mørkini millum kríggj og frið, og náttúru- og menniskjaskaptar vanlukkur gerast alsamt meira kám. Kreppur avbjóða okkara førleika at spáa um, hvat fer at henda í morgin, næstu viku og um fimm ella tíggju ár. Hetta setur nýggj og størri krøv til mótstøðuførið hjá vinnulívið eins og tjóðum.
Hetta kanst tú hoyra meira um fríggjadagin 5. september kl. 13.30–15.30 í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, tá vit skipa fyri vinnutiltaki um trygd.
Skrá
13:30 – 13:45: Kristian Reinert Davidsen
Trygd í miðdeplinum
– Hvussu kann Føroya Tele vera við til at tryggja samskifti og loysnir hjá vinnuni?
13:45 – 14:45: Rasmus Dahlberg
Svartir svanar og fullkomnir stormar – trygd í ótryggum tíðum
– Hvørjar avbjóðingar standa fyri framman og hvussu gerast vit meira mótstøðufør í óvissum tíðum?
14:45 – 15:00: Stuttur steðgur
15:00 – 15:30: Rógvi Olavsson
Millum fólk og skipanir: hvussu gloppið millum torskilt infrakervi og menniskjasliga fatan hóttir samfelagið.
– Hvussu verða samfelagstrygd og fólkaræði ávirkað av tøkniligu gongdini innan trygd?
15:30: Ábit og netverkan
Tiltakið er ókeypis, men plássið er avmarkað.