
Vinnutiltak
Trygd í ótryggum tíðum
Fríggjadagin 5. septembur í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Vit liva í eini ótryggari tíð, har mørkini millum kríggj og frið, og náttúru- og menniskjaskaptar vanlukkur gerast alsamt meira kám. Kreppur avbjóða okkara førleika at spáa um, hvat fer at henda í morgin, næstu viku og um fimm ella tíggju ár. Hetta setur nýggj og størri krøv til mótstøðuførið hjá vinnulívið eins og tjóðum.
Skrá
13:30 – 13:45: Kristian Reinert Davidsen
Trygd í miðdeplinum
– Hvussu kann Føroya Tele vera við til at tryggja samskifti og loysnir hjá vinnuni?
13:45 – 14:45: Rasmus Dahlberg
Svartir svanar og fullkomnir stormar – trygd í ótryggum tíðum
– Hvørjar avbjóðingar standa fyri framman og hvussu gerast vit meira mótstøðufør í óvissum tíðum?
14:45 – 15:00: Stuttur steðgur
15:00 – 15:30: Rógvi Olavsson
Millum fólk og skipanir: hvussu gloppið millum torskilt infrakervi og menniskjasliga fatan hóttir samfelagið
– Hvussu verða samfelagstrygd og fólkaræði ávirkað av tøkniligu gongdini innan trygd?
15:30: Ábit og netverkan