
Terminalar
Hjá Føroya Tele gera vit tað lætt hjá tykkara fyritøku at taka ímóti gjøldum – bæði fysiskt og á netinum. Vit hava samstarv við Nets og Softpay og kunnu bjóða tykkum møguleikanum at leiga gjaldsterminalarnar, so tit fáa eina trygga og tíðarhóskandi loysn, ið passar júst til tykkara tørv.
Hetta kunnu vit bjóða tykkum

Gjaldsterminalar
Nýmótans og brúkaravinarligar gjaldsterminalar til tín, ið ynskir eina skjóta og álítandi avgreiðslu fyri tykkara kundar. Allir okkara terminalar taka ímóti kontantleysari sølu og øllum “wallets” á snildfonum.

Innloysingaravtalur
Vit kunnu í samstarvi við Nets hjálpa tær við at fáa tykkara innloysingaravtalu uppá pláss, soleiðis at tit kunnu taka ímóti gjaldskortum hjá tykkara kundum, bæði føroyskum og útlendskum kortum.

Online gjald
Vit bjóða góðar og tryggar innloysningaravtalur til allar nethandlar og talgildar tænastur, soleiðis at tykkara kundar kunnu gjalda trygt og skjótt á netinum.

24/7 tænasta
Vit bjóða 24/7 tænastu, soleiðis at tú altíð er tryggjaður skjóta og góða hjálp. Vit kunnu dagføra tykkara gjaldsmøguleikar, so hvørt nýggj tøkni er tøk. So kunnu tit altíð bjóða tykkara kundum bestu upplivingina, tá teir keypa frá tykkum.
Hví velja Føroya Tele?
Tá ið tit velja Føroya Tele sum tykkara veitara av gjaldsloysnum, fáa tit meira enn bara eina gjaldsloysn. Tit fáa ein samstarvspartnara, ið:
Kennir marknaðin
Við nógvum árum á baki og stórari vitan innan økið, kenna vit tørvin hjá bæði smærri og størri fyritøkum. Áðrenn tú hevur sett spurningin, kenna vit svarið.
Alt koyrir bara, sum tað skal
Vit samstarva við Nets og Softpay, sum eru ímillum teir sterkastu veitararnir á altjóða gjaldsmarknaðinum. Hetta merkir fyri tykkum, at tit fáa bestu altjóða loysnirnar við bestu trygdini.
Bjóða tær eina samlaða loysn
Hjá okkum fært tú eina samlaða loysn, soleiðis at tað verður lættari hjá tær at taka ímóti gjøldum av ymiskum slagi – alt frá sama veitara.
Har trygd og samsvar eru í miðdeplinum
Allar okkara loysnir halda altóða trygdarkrøv, so bæði tykkara fyritøka og tykkara kundar kunnu kenna seg trygg, tá tey nýta gjaldsloysnir frá Føroya Tele.
Allar okkara loysnir halda altóða trygdarkrøv, so bæði tín fyritøka og kundar eru trygg. Allar okkara loysnir halda altóða trygdarkrøv, so bæði tín fyritøka og kundar eru trygg.
Vinnudeildin
Um tú hevur tørv á hjálp, so eru vit altíð klár at hjálpa tær. Ring til okkum á 608080.
