Viðskiftatreytir

Galdandi frá 1. juli 2023

Hesar viðskiftatreytir, sum víst verður á niðanfyri, eru galdandi fyri fartelefonhald á Ver og vinnuligt fartelefonhald frá Føroya Tele. Tær koma í gildi 1. juli 2023, og broytingin í mun til verandi viðskiftatreytir er í sambandi við tænasturnar VerSumHeima (Ver) og ReikaSumHeima (Vinna), sum loyva kundum at brúka fartelefonhaldið uttanlands og harvið reika á farnetum, sum Føroya Tele hevur avtalu við.

Broytingin legst at grein 13 í Ver-viðskiftatreytunum og grein 9 í Vinnu-viðskiftatreytunum, og hon er soljóðandi:

Føroya Tele hevur rætt til at krevja nýtslugjald fyri reiking, um tú reikar uttanlands í meira enn 90 dagar út í eitt. Tað merkir, at øll reiking hereftir verður takserað eftir galdandi taksti, um títt fartelefonhald ikki hevur verið á farnetinum hjá Føroya Tele í Føroyum í einum samanhangandi tíðarskeiði upp á meira enn 90 dagar.

Galdandi takstir kunnu lesast á ft.fo/reiking, og tænasturnar verða virknar aftur, so skjótt sum fartelefonhaldið er skrásett á farnetinum hjá Føroya Tele í Føroyum aftur.

Les viðskiftatreytir