Tólnet

Snilt tól til bilin

Bilur

Bilur er eitt tól, ið tú setur í bilin. Tólið bindir seg í farnetið hjá Føroya Tele og savnar inn upplýsingar um tín bil, sum síðan verða vístar á eini app. Appin nevnist Tólnet, og hana tekur tú niður á App Store ella Google Play. Umframt tað er tólið eisini skjótt og álítandi 4G LTE-internet, sum tú kanst seta eitt datahald á.

Eginleikar

Til bilentusiastin, sum vil vita alt

Internet

Skjótt og álítandi 4G LTE internet í bilinum.

Brennievni

Halt teg kunnigan við støðuna á tanganum.

Battarí

Halt eyga við, um spenningurin er vanligur.

GPS & Biltúrar

Fá yvirlit yvir biltúrar seinastu vikuna á einum korti.

Kilometrar

Síggj, hvussu nógvar kilometrar bilurin hevur koyrt.

Aðrar vísingar

Síggj m.a. skrokknummar, ferð og snúningar um minuttin.

Keyp í Telebúðini

Við í tólinum er eitt SIM-kort, sum tú skrásetir, tá tú keypir tólið. Harvið kanst tú keypa eitt Farbreiðband at seta á tólið og fáa atgongd til eitt skjótt og álítandi 4G LTE-internet.

999 kr.

Niðanfyri sært tú haldini.

Tráðleyst og flúgvandi skjótt 4G LTE internet til heima ella úti í bilinum, bátinum og húsvogninum - ella har, tú ert á ferð

100GB
Farbreiðband
497 kr/mðn.
Minsti prísur: - kr.
50GB
Farbreiðband
397 kr/mðn.
Minsti prísur: - kr.
20GB
Farbreiðband
227 kr/mðn.
Minsti prísur: - kr.
10GB
Farbreiðband
127 kr/mðn.
Minsti prísur: - kr.
1GB
Farbreiðband
47 kr/mðn.
Minsti prísur: - kr.

Hvat er Tólnet?

Tólnet er føroyska heitið fyri Internet of Things – ofta stytt IoT. Tólnet eru ymisk tól, sum binda seg í farnetið hjá Føroya Tele.

Frágreiðing
Føroyska orðið fyri robot er tólmenni. Samrunin er millum tólið og hetta serliga orðið fyri “mann” í mongum samansetingum: gamalmenni, halgimenni, reystmenni, ríkmenni.

Netið stýrir nú tólum – “things”. “Things” munnu í flestu førum vera “devices”, sum eru tól. Tólmenni og tólnet hóska onkursvegna øgiliga væl saman.

Far til keypskurv

Leita