Skíggjafrí

Vert at vita

Ofta spurdir spurningar

Hvat kann eg tendra og sløkkja fyri við Skíggjafrí?

Tú kanst tendra og sløkkja fyri farnetinum (4G) á øllum fartelefonhaldunum, sum eru knýtt saman og skrásett á tíni Ver-kontu.

Hvat kostar Skíggjafrí?

Skíggjafrí er ein ókeypis tænasta til allar Ver-kundar, ið hava hug at gera nyttu av tænastuni.

Hvat krevst fyri at brúka Skíggjafrí?

Fyri at fáa fullan ágóða av tænastuni Skíggjafrí á Mítt Ver krevst at tú hevur Ver-fartelefonhald.

Ávirkar Skíggjafrí ferðina á netinum?

Nei, Skíggjafrí ávirkar ikki ferðina á netinum, uttan so at tú sløkkir fyri farnetinum (4G LTE). Tá hava eindirnar einki samband við internetið.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.