Mítt Ver

Tín verð

Skrolla og les meira
ella rita inn her

Hvat er
í tínari verð?

Her fyllir tú ryggsekkin við øllum, tær tørvar. Til ferðina uttanlands ella gerandissjaggið heima í Føroyum. Tú kanst ganga og mala uttan mið og mál, men tú kanst eisini hava skil á. Fjálga um, rudda út ella keypa nýtt. Tú ræður í tínari verð, og tað er trygt, einfalt og lætt.

Nýtsluyvirlit

Fylg við nýtsluni og fá eitt greitt yvirlit yvir øll tíni Ver-hald, sama um tú hevur eitt ella fleiri hald knýtt saman

Hald og tænastur

Ynskir tú at broyta haldið? Á appini fært tú lætta atgongd til øll tíni hald og kanst gera broytingar.

Fyll á

Data uppi? Einki problem. Fyll eyka data til at brúka í Føroyum ella uttanlands ella pening á títt Ver-hald.

SIM-kort

Gloymt PIN-kotuna? Einki problem. Síggj allar upplýsingar um títt SIM-kort; harav PIN- og PUK-kotu.

Kvittanir

Tørvar tær eitt greitt yvirlit yvir øll tíni keyp? Síggj kvittanir og tak PDF-fílar niður, tá tú gert eitt keyp.

Skíggjafrí

Nær hava tit skíggjatíð, og nær hava tit skíggjafrí? Tendra og sløkk fyri data, tá ið tær lystir.

Hvat er
Skíggjafrí?

Við Skíggjafrí ber til at tendra og sløkkja fyri
datanýtslu á fartelefonhaldum, sum eru knýtt
at tíni Ver-kontu.

Soleiðis virkar tú Skíggjafrí
inni á Mítt Ver:

1. Rita inn á Mítt Ver
2. Vel “Skíggjafrí”
3. Vel “Tíðarstýring”
4. Stovna tíðarskeið
5. Vátta stovnað tíðarskeið

Vert at vita
um Skíggjafrí?

Hvat kann eg tendra og sløkkja fyri við Skíggjafrí?

Tú kanst tendra og sløkkja fyri farnetinum (4G) á øllum fartelefonhaldunum, sum eru knýtt saman og skrásett á tíni Ver-kontu.

Hvat kostar Skíggjafrí?

Skíggjafrí er ein ókeypis tænasta til allar Ver-kundar, ið hava hug at gera nyttu av tænastuni.

Hvat krevst fyri at brúka Skíggjafrí?

Fyri at fáa fullan ágóða av tænastuni Skíggjafrí á Mítt Ver krevst at tú hevur Ver-fartelefonhald.

Ávirkar Skíggjafrí ferðina á netinum?

Nei, Skíggjafrí ávirkar ikki ferðina á netinum, uttan so at tú sløkkir fyri farnetinum (4G LTE). Tá hava eindirnar einki samband við internetið.

Rita inn >