eSIM til snildfon

Hvat er eSIM?

Nýggjasta ættarliðið av SIM-kortum, eSIM, vindur upp á seg, nú alsamt fleiri snildfonir á marknaðinum eru førar fyri at brúka nýggju tøknina.

Vit bjóða eSIM.

eSIM er í stuttum SIM-kort, sum er bygt innan í snildfonini. Við nýggju SIM-tøknini ber til at hava eSIM í staðin fyri klassiskt SIM-kort ella at sameina eSIM við klassiska SIM-kortið og á tann hátt hava tvey virkin telefonnummur á somu snildfon.

Hvør kann brúka eSIM?

Hesar snildfonir eru millum annað tær, sum eru førar fyri at brúka eSIM:

  • iPhone 13, 13 Pro, 13 Pro Max og 13 mini
  • iPhone 12, 12 Pro, 12 Pro Max & 12 mini
  • iPhone SE (2020)
  • iPhone 11, 11 Pro & 11 Pro Max
  • iPhone Xs & Xs Max
  • iPhone Xr
  • Samsung Galaxy S20, S20+ & S20 Ultra
  • Samsung Galaxy Note 20+ & Note 20 Ultra
  • Samsung Galaxy Fold
  • Huawei P40 & P40 Pro
  • Google Pixel 5
  • Google Pixel 4a
  • Google Pixel 4
  • Google Pixel 3 & 3 XL

GG! eSIM-tænastan er einans til snildfonir – ikki snildur.

Bílegg eSIM

Set teg í samband við Kundatænastuna
808080

Mánadag-hósdag kl. 8-16
Fríggjadag kl. 8-15:30