iPhone 5, 5C, 5s, SE
[table id=28 /]
Skulu vit gera eitt vørubýti?
Um tað verður staðfest, at tólið ikki stendur til at bjarga, tá ið tað hevur verið til eftirlit, ber tað til at gera eitt vørubýti. Í slíkum føri taka vit skadda tólið inn og selja tær eitt tól av sama slagi, somu stødd og sama liti fyri serprís.
Umbýtingartólið verður útflýggjað uttan innpakking og tilhoyr og er annaðhvørt nýtt ella snøggað upp av nýggjum. Umbýtingartólið hevur galdandi reklamatión sammett við føroysku keypslógina ella handilstreytirnar fyri vinnurekandi, um keyparin er ein vinnurekandi fyritøka.
Tá ið tú letur skadda tólið inn, verður tað altíð aftursent til Apple, men áðrenn tú letur tað inn, mást tú minnast til at synkronisera tólið við iTunes/iCloud og sløkkja funkuna Find min iPhone/iPad.
Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum, prísbroytingum og longdari veitingartíð av umbýtingarvøruni.
Vit skulu gera vart við, at tað ber ikki til at skifta ein skíggja, um skadda tólið hevur aðrar skaðar ella onnur brek, sum kunnu gera skaða á ein nýggjan skíggja. Somuleiðis ber ikki til at skifta ein skíggja, um tólið hevur aðrar skaðar ella onnur brek, ið kunnu minka um aðrar funkur í tólinum. Í slíkum føri fært tú eitt tilboð upp á eina heildarumvæling ella eina umbýting.
Hetta er galdandi umbýtingarprísur fyri júst hesa vøru: