Víðkað reiking gevur atgongd og merkir heilt einfalt, at fartelefonin hjá tær virkar, tá ið tú ferðast. Tað eru tvær orsøkir til, at tú sjálv/ur skalt tendra víðkað reiking á tínum haldi.
Fyri tað fyrsta gevur víðkað reiking tær atgongd. Er víðkað reiking tendrað, sleppur tú á netið hjá øllum veitarum, sum vit hava avtalu við uttanlands.
Víðkað reiking er ikki VerSumHeima, men við víðkað reiking kanst tú ringja, smsa og brúka data treytað av, at tú hevur pening á tíni Ver-kontu, og/ella at tú hevur keypt tær eyka data at brúka á ferðini.
Fyri tað næsta gevur víðkað reiking okkum heimild. Tá ið tú tendrar víðkað reiking, gevur tú okkum rætt til at trekkja pening av tínum gjaldkorti, sum er knýtt at tíni gjaldsavtalu, um tú kemur at tosa fyri meira enn upphæddina á tíni Ver-kontu.
Verður peningur trektur av tínum gjaldkorti, verður altíð rundað upp til næsta hundrað. Restin av upphæddini verður sett inn á Ver-kontuna. Tú fært eini sms-boð, hvørja ferð vit trekkja pening av tínum gjaldkorti.
Dømi: Um tú hevur 100 krónur á tíni Ver-kontu, og tú tosar fyri 156 krónur, er tað ikki vist, at samrøðan verður avbrotin, tá tú fert framvið teimum 100 krónunum, sum hon vanliga ger. Men so skjótt vit hava skrásett nýtsluna, trekkja vit tær 100 krónurnar av tíni Ver-kontu, umframt 100 krónur av tínum gjaldkorti; harav tær 56 krónurnar fara at dekka tína nýtslu, meðan hinar 44 krónurnar verða settar á tína Ver-kontu.
Tú ritar inn á Mítt Ver og tendrar víðkað reiking. Tá ið tú hevur tendrað víðkað reiking, verða eini sms-boð send til tín við eini kunning um, at víðkað reiking er tendrað.
Rita inn á Mítt Ver her.