Leygardagin 25. oktobur verður eitt brak av eini konsert í stórhøllini við Tjarnir, tá danska talentið Tobias Rahim fer á pallin – við stuðli frá føroyska hip-hop bólkinum RSP.
Ert tú privat- ella vinnukundi hjá Føroya Tele, kanst tú nú ogna tær atgongumerki fyri bert 450 kr.
Atgongumerkini kunnu keypast í Telebúðunum kring landið og kundar kunnu í mesta lagi keypa 4 atgongumerki hvør. Atgongumerki verða útflýggjað talgilt. Fyri at fáa hendan serprís, er neyðugt at rita inn á Sona appina og sveipa, áðrenn sølan er endaliga avgreidd.
Serprísurin er einans galdandi fyri Føroya Tele kundar og avmarkað nøgd er, so tað ræður um at gera skjótt av. Vit síggjast í Telebúðini.