
Fá fyrimunir við Føroya Tele
Sveipa inn í nýggjan heim
Soleiðis kemur tú í gongd

Dagfør ella tak Sona appina niður
Ein nýggjur heimur við fyrimunum til okkara kundar er latin upp á Sona appini. Tak appina niður á tína eind fyri at sleppa inn í henda nýggja heim.
Hevur tú longu Sona appina, er neyðugt at dagføra hana fyri at brúka nýggju tænasturnar.

Rita inn við Samleikanum
Tú brúkar Samleikan at vátta títt hald á appini. Hetta er neyðugt fyri at tryggja tær atgongd til allar tænastur og fyrimunir sum Føroya Tele kundi.
Samleikin er eitt trygt og gott amboð, og við samleikanum eru tínar dátur altíð í tryggum hondum.
Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú skráseta teg her.

Bert til Føroya Tele kundar
Tænastan er einans tøk hjá privat- og vinnukundum við mánaðarligum fartelefonhaldi hjá Føroya Tele.
Hevur tú hald hjá øðrum fjarskiftisveitara, kanst tú ikki brúka tænastuna.
Aldursmarkið fyri at nýta Samleikan er 13 ár, og tí er sama aldursmark á nýggju tænastuni.
Hevur tú ikki hald frá Føroya Tele? Tað er skjótt og lætt at skifta.
Ofta settir spurningar
Nei, tænastan kostar einki eyka. Talan er um ein ágóða, sum kundar fáa fyri trúfesti, og sum kann gera gerandisdagin lættari og eitt sindur stuttligari.
Trygdin hevur fremstu raðfesting í øllum, sum Føroya Tele ger. Samleikin hjá Talgildu Føroyum er ein kend og góð loysn, ið veitir trygd fyri, at tínar dátur eru í góðum hondum.
Vit nýta samleikan at vátta, at tú hevur hald hjá Føroya Tele, og harvið kanst fáa atgongd til kundafyrimunir.
Privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele við mánaðarligum fartelefonhaldi kunnu brúka tænastuna og fáa ágóðar.
Aldursmarkið fyri at nýta Samleikan 13 ár, og tí er sama aldursmark á nýggju tænastuni á Sona appini.
Hevur tú hald hjá øðrum fjarskiftisveitara, kanst tú ikki brúka tænastuna.
Ja, vinnukundar kunnu brúka tænastuna á Sona appini.
Tað er týdningarmikið, at tú bíðar við at sveipa á appini, til tú ert við kassan, tí virðisseðlar eru einans virknir í 5 minuttir. Um tú av óvart sveipar ov tíðliga, kanst tú ringja til Føroya Tele á 808080.
Um tú hevur fleiri telefonnummur og ynskir at knýta eitt annað nummar at tínum brúkara, kanst tú venda tær til kundatænastuna við at ringja á telefon 808080.