Hvat er VerSumHeima?
Hvat er VerSumHeima?
Við tænastuni kanst tú tosa 30 tímar til og aðrar 30 tímar í einum VerSumHeima-landi, senda 1000 sms í alt til og í einum VerSumHeima-landi og brúka alt íroknað data í galdandi londum.
Hvussu nógv kostar VerSumHeima?
VerSumHeima kostar 100 krónur um mánaðin, sama hvat hald tú hevur, og sama hvussu nógv hald tú hevur knýtt saman. Tú kanst hava upp til 6 hald knýtt saman, og øll rinda eitt gjald saman um mánaðin. Tá tú tendrar VerSumHeima, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið, og tú rindar fult gjald og mánaðin eftir, áðrenn VerSumHeima kann niðurstigast aftur.
Hvar er tænastan galdandi?
VerSumHeima er galdandi í øllum Evropa og Ísrael, sama hvat hald tú hevur, men velur tú Ver-haldini 27GB og 47GB, fært tú eina rúgvu av londum omaná. Her er yvirlitið yvir øll galdandi lond í VerSumHeima:
Albania • Amerikonsku Jomfrúoyggjar • Andorra • Anguilla • Antigua og Barbuda • Argentina • Armenia • Aruba • Avstralia • Barain • Barbados • Belgia • Bermuda • Bonaire • Bosnia Hersigovina • Botsvana • Bretsku Jomfrúoyggjar • Bulgaria • Brasil • Caymannoyggjar • Curacao • Danmark • Demokratiska Lýðveldið Kongo • Dominika • Dominikalýðveldið • Dubai • Egyptaland • El Salvador • Estland • Eysturríki • Filipsoyggjar • Finnland • Frankaríki • Fronsku Guiana • Gana • Georgia • Gibraltar • Grenada • Grikkaland • Grønland • Guadeloup • Guatemala • Guinea-Bissau • Gujana • Haiti • Hawaii • Holland • Honduras • Hong Kong • Hvítarussland • India • Indonesia • Italia • Írland • Ísland • Ísrael • Jamaika • Japan • Kabo Verdi • Kanada • Kasakstan • Katar • Kekkia • Kili • Kina • Kolumbia • Kosovo • Kosta Rika • Kroatia • Kuvait • Kýpros • Lettland • Liberia • Liktinstein • Litava • Luksemborg • Makao • Makedonia • Malaisia • Malta • Marokko • Martinique • Meksiko • Moldova • Monako • Mongolia • Montenegro • Montserrat • Mosambik • Nikaragua • Norðurírland • Noreg • Nýsæland • Oman • Ongland • Panama • Paraguai • Páskaoyggin • Peru • Portugal • Pólland • Rumenia • Russland • San Marino • Sameindu Emirríkini • Sansibar • Saudiarabia • Serbia • Skotland • Slovakia • Slovenia • Singapor • Spania • Sri Lanka • St. Kitts og Nevis • St. Lusia • St. Vinsent • Suðurafrika • Suðurkorea • Surinam • Sveis • Svøríki • Tailand • Taivan • Tansania • Trinidad og Tobago • Turkaland • Turks- og Caicosoyggjar • Týskland • Ukraina • Ungarn • Uruguai • USA • Wales
Ferðamál í feitum stavum eru í 27GB og 47GB.
Halt eyga við hesum
Ert tú staddur í einum landi, ið liggur tætt upp at einum øðrum landi, har VerSumHeima ikki er galdandi, kann telefonin fara yvir á eitt net hjá grannalandinum, um tú ert nær við landamarkið. Hetta merkir, at tú kanst rinda vanligan uttanlandskostnað, um tú ert á einum skeivum neti. Gev tær tískil far um netið, tú ert á, og um títt ferðamál er grannaland til eitt land, har tænastan ikki er galdandi.
Satellitnet ella ikki
Um tú ert á eini ferju ímillum tvey lond, mást tú geva tær far um, um tú ert á einum satellitneti ella á einum neti hjá okkara veitarum. Satellitnetið er ikki partur av tænastuni. Harvið eru prísirnir eisini nógv hægri. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 80 19 90, um tú hevur nøkur ivamál.
Hvør kann fáa tænastuna?
VerSumHeima er ein eykatænasta, sum øll, ið hava haldini 0GB, 6GB, 16GB og 26GB, kunnu fáa sær. Tú kanst velja tænastuna til ella frá, tá tú stovnar eitt fartelefonhald.
Tørv á meira data?
Um tær tørvar meira data enn tað, tú kanst brúka í einum VerSumHeima-landi um mánaðin, kanst tú keypa ein eyka data. Ein eyka datapakki upp á 1GB kostar 200 krónur, og hann keypir tú millum annað við at senda eitt sms til 1990 við boðunum “1gb” (uttan gásareygu).
Hvat er ferðin á netinum í einum VerSumHeima-landi?
Tú kanst vænta, at ferðin á netinum er lægri, enn hvat tú plagar at fáa í Føroyum, tá tú brúkar data í einum VerSumHeima-landi. Tað er ymiskt frá einum landi til annað, hvørjar avtalur vit hava við teir ymsu televeitararnar. Í ávísum londum hava vit góðar 4G LTE-avtalur við veitararnar, meðan vit hava 3G-avtalur við veitarar í øðrum londum.