Hvussu broyti eg loyniorðið á mínum telduposti frá Føroya Tele?
Um tú til dømis hevur eina mail.fo, email.fo, olivant.fo ella aðra teldupostaddressu, sum er frá Føroya Tele, so broytir tú loyniorðið soleiðis:
1. Far inn á ‘webmail.olivant.fo‘.
2. Skriva teldupostbústaðin.
3. Trýst á ‘Víðari’/’Next’.

4. Skriva loyniorðið.
5. Set prikkin í ‘Minst til mín’/’Keep me signed in’, um kagarin skal minnast til loyniorðið.
6. Trýst síðani á ‘Rita inn’/’Sign in’.

7. Trýst á myndina ovast í høgra horni og síðani á ‘Møguleikar’/’Options’.

8. Trýst síðani á ‘Broyt loyniorð’/’Change password’.

9. Skriva gamla loyniorðið.
10. Skriva nýggja loyniorðið.
11. Endurtak nýggja loyniorðið.
Tú kanst trýsta á info-teknið (i) fyri at síggja krøvini til loyniorðið.

12. Trýst á ‘OK’.
Næstu ferð tú ritar inn brúkar tú títt nýggja loyniorð.