Hvussu geri eg eitt skíggjalás á eini iPhone?
Tá tú skalt gera eitt skíggjalás (skærmkode) á eini iPhone, skalt tú:
- Fara inn á “Indstillinger”

- Víðari inn á “Touch ID & adgangskoder”

Her kanst tú so velja eitt skíggjalás eftir egnum tørvi. Tað kann vera:
- Eitt fingramerki
- Ein PIN-kota (tøl)
- Eitt face-ID (á teimum nýggjastu modellunum)

