Nógvir føroyingar hava í gjár fingið SMS boð um, at teirra Netflix-konta verður steðgað, um tey ikki dagføra upplýsingar um sítt gjaldskort. Talan er um svik, har avsendarin hevur til endamáls at fáa fatur á tínum persónsupplýsingum.
Teksturin er á føroyskum og hevur leinki til síður, har avsendarin roynir at lokka persónligar upplýsingar frá teimum.
Vit vita, at hesi telefonnummur eru ímillum tey, sum hava sent svik-boð:
- +43 680 16 10 307
- +43 680 16 10 308
- +43 680 16 10 312
Hesi nummurini eru tey, vit kenna, men óivað eru fleiri enn hesi telefonnummur, sum senda svik-boð.
Fleiri av boðunum leinkja til help-stream.com og prenium-area.com, sum einki hava við Netflix at gera. Tað eru óivað eisini onnur leinki í boðum í umferð í løtuni.
Soleiðis verjir tú teg
Hevur tú fingið slík boð, er tað týdningarmikið, at tú ikki trýstir á leinkið í boðunum. Hevur tú trýst á leinki í boðunum, heita vit á teg um at ikki lata persónligar upplýsingar frá tær. Er óhappið úti og tú hevur t.d. latið kortupplýsingar frá tær, ber til at venda sær til tín peningastovn at fáa hjálp.
Annars heita vit á allar okkara kundar at vísa varsemi og hugsa seg væl um, tá tit fáa slík boð.
