5. oktobur, kl. 22.55:
Vegna kaðalbrek í Íslandi er partur av uttanlandssambandinum til Føroya óvirkið í løtuni. Umframt hetta, fekk Shefa-kaðalin skaða 3. oktobur, so samanlagt er einans helmingurin av uttanlandskapasitetinum til og frá Føroyum tøkur í løtuni. Fyri okkara kundar merkir hetta, at internetsambandið til tíðir kann verða darvað.
Óvist er í løtuni, nær brekið verður rættað. Hesin tíðindastubbi verður dagførdur við kunning um møguligar broytingar.
6. oktobur, kl. 10.10:
Brekið í Íslandi er umvælt. Nóg mikið av uttanlandskapasiteti eru nú tøkur, og kundar eiga ikki longur at merkja nakað órógv á internetsambandinum