Føroya Tele kundar kunnu nú fáa fyrimunir og ágóðar á Sona appini, har ein nýggjur heimur er latin upp við virðisseðlum, ágóðum og kappingum. Hesin nýggi heimurin er ein tøkk til okkara trúføstu kundar, sum nú kunnu njóta gott av sínum Føroya Tele haldi við alskins ágóðum.
Føroya Tele kann í samstarvi við veitarar kring landið bjóða kundunum avsláttur upp á vørur og upplivingar. Hetta er alt frá matstovum, bakaríum og kaféum til Telebúðirnar, sum hava hópin av tilboðsvørum, sum einans eru tøkar á Sona appini.
Sveipa teg til sparingar og upplivingar – og vitja javnan, tí virðisseðlarnir broytast allatíðina.
Í summar verður tað enn stuttligari: Hvørja viku kanst tú sveipa teg við í kappingar og vinna atgongumerki til festivalar, iPhone, AirPods og nógv annað spennandi. Tú skalt bara minnast til at sveipa hvørja viku – so ert tú við í lutakastinum.
Nýggja tænastan er tøk hjá kundum, ið hava mánaðarligt fartelefonhald frá Føroya Tele. Bæði privat- og vinnukundar kunnu njóta ágóðarnar, sum Føroya Tele bjóðar.
Soleiðis kemur tú í gongd
Tænastan er tøk á nýggjastu útgávuni av Sona appini. Tí er neyðugt at dagføra ella taka Sona appina niður.
Niðast í høgra hornið í Sona appini finnur tú ”Nýtt” knøttin, og her kanst tú rita inn við Samleikanum og knýta títt Føroya Tele hald í. So er klárt at luttaka í kappingum og sveipa teg til ein nýggjan heim við ágóðum.
Les meira um nýggja heimin á Sona her.