Føroya Tele sendir í dag, 18. desembur, SMS boð til kundar, ið hava tørv á at dagføra eSIM av eldri slagi til nýtt. Tað er týdningarmikið, at kundar, ið hava fingið slík boð frá Føroya Tele, gera eftir boðunum sum skjótast, so at teir framhaldandi kunnu gera brúk av fartelefontænastum.
Tøknin í nýggjara slagnum av eSIM ger, at m.a. kunnu kundar fáa tænasturnar VoLTE og VoWIFI, sum tryggja betri góðsku av uppkøllum. Eisini er vandi fyri, at kundar við eldri eSIM ikki kunnu brúka sítt fartelefonhald uttanlands, eisini um tey gjalda fyri ReikaSumHeima.
Kundar kunnu dagføra til nýtt eSIM her. Hetta tekur nakrar fáar minuttir at avgreiða og krevur, at:
- fartelefonin er knýtt á WiFi, ímeðan dagføringin verður framd, ella
- at onnur eind saman við fartelefonini verður nýtt at fremja dagføringina.
Tað er týdningarmikið, at fartelefonin er á nýggjastu dagføring (iOS ella Android), og at vegleiðingin til uppsetan, ið tú finnur á dagføringarsíðuni saman við QR-kotuni, verður fylgd gjølla.
Ert tú í iva, um tú eisini hevur tørv á einum nýggjum eSIM, kanst tú kanna tað við at tøppa títt telefonnummar inn her.
Tørvar tær hjálp við at dagføra títt eSIM, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kundatænastuna á 80 80 80.
Gev gætur, at data reiking (roaming) sløknar, tá ið nýggja eSIM verður uppsett. Minst til at tendra fyri reiking aftur, um tú hevur tørv á data uttanlands.
