Sendistøðir

Fyri at fáa best møguligt samband á farbreiðbandinum skal beinarin ella útiantennan hava so mikið frítt sýni til sendistøð sum yvirhøvur gjørligt. Um hetta ikki letur seg gera, ber til at gera ferðkanningar á fartelefonini ymsastaðni í bústaðnum fyri at finna útav, hvar er best at seta beinaran ella útiantennuna.

Ferðin er treytað av útgerð, tøkni, staði og frástøðu til eina sendistøð. Harumframt er ferðin treytað av, hvussu nógvir brúkarar eru á sendistøðuni í senn – og annars umstøður á netinum sjálvum. Niðanfyri er yvirlit yvir sendistøðirnar runt í landinum. Tað ber til at draga myndina nærri og síggja nágreiniliga, hvar ávísu sendistøðirnar standa: