Í dag fer árliga kundakanningin hjá okkum í gongd. Eins og áður fáa nærum allir kundar ein teldupost frá okkum. Kanningin fevnir um nakrar fáar spurningar og tekur umleið 1-2 minuttir at svara.

Evnið á kanningini er “Føroya Tele – sig frá tínum upplivingum”, og sendarin er kundi@kundakanning.ft.fo.

Øll, sum svara kanningini, eru við í lutakastinum um eina iPhone 16 ella Samsung Galaxy S25.

Freistin at svara kanningini er fríggjadagin 3. oktobur.