Føroya Tele fer at fremja dagføringar á farnetinum frá 20. august fram til 14. novembur.
Vit vænta ikki, at tænasturnar á farnetinum verða ávirkaðar. Kortini kunnu órógv koma fyri, um óvæntaðar umstøður taka seg upp. Arbeiðið verður framt um náttina fyri at minka um møguligt órógv hjá kundum.
Hesin tíðindastubbi verður regluliga dagførdur við kunning um møguligar broytingar ella órógv.