Føroya Tele fer at fremja dagføringar á farnetinum frá 14. mai fram til 4. juni.

Vit vænta ikki, at tænasturnar á farnetinum verða ávirkaðar. Kortini kunnu órógv koma fyri, um óvæntaðar umstøður taka seg upp. Arbeiðið verður framt um náttina fyri at minka um møguligt órógv hjá kundum.

Hesin tíðindastubbi verður regluliga dagførdur við kunning um møguligar broytingar ella órógv.

30. mai, kl. 9.00

Dagføringar verða framdar náttina til týsdag 3. juni og náttina til mikudag 4. juni. 

Ávirkan á tænastur
Vit vænta ikki, at dagføringarnar fara at ávirka tænastur. Kortini kunnu avbrot koma fyri, um óvæntaðar umstøður taka seg upp. Skuldi tað hent seg, at eindir ið missa sambandið ikki sjálvvirkandi koma á netið aftur, mugu hesar endurstartast ella setast í og úr flogstøðu, fyri at fáa samband við farnetið aftur.

Kunning um broytingar
Verða broytingar í tíðarætlanini ella skuldi arbeiðið havt ávirkan á tænastur, verður dagførd kunning løgd út á ft.fo.

Tørvar tykkum hjálp?
Um tit hava spurningar ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Supportina á telefon 808080.