Týdningarmiklasta tilfeingið í samtakinum eru okkara starvsfólk. Vit eru tilvitað um okkara ábyrgd í mun til heilsu, trygd og umhvørvi (hereftir HTU), og eru sannførd um, at hesi øki til eina og hvørja tíð skuldu raðfestast.    

Føroya Tele samtakið hevur eitt trygt og heilsugott umhvørvi, ið leggur lunnar undir nærlagni og dygdargóðar arbeiðsumstøður. Trygdarbólkurin á Føroya Tele hittist hvønn ársfjóðring við tí endamáli at tryggja, at trygdin í samtakinum er í hásæti.      

Øll starvsfólk á Føroya Tele fáa javnan møguleika at endurnýggja sína vitan og førleikar innan fyrstuhjálp, og harumframt stremba vit eftir at geva starvsfólkum neyðugar eftirútbúgvar innan trygd, har tað er viðkomandi.   

Vit hava ein politikk fyri samtakið, ið fevnir um heilsu, trygd og umhvørvi. Tilfarið myndar tilgongdir og mannagongdir innanhýsis í samtakinum, og tilfarið er tøkt á føroyskum og á enskum.   

TRYGD OG HEILSA  Á ARBEIÐSPLÁSSINUM   

Sum samtak við 30 deildum hava vit nógv arbeiðsøki, ið eru knýtt at handaligum arbeiði bæði á sjógvi, landi og uppi í mastrum. Raðfestingin av trygd í samband við allar uppgávu er høg, og Føroya Tele vil til eina og hvørja tíð tryggja verju av heilsu og trygd hjá øllum starvsfólkum og samstarvsfeløgum. Sum kravt eisini verður við lóg, eru okkara starvsfólk javnan á trygdarskeiðum, og nýta alla neyðuga útgerð til uppgávur, ið seta krøv um neyðuga útgerð.    

Samtakið hevur góðar 130 bygningar tilsamans og allir fylgja kravdum mannagongdum í mun til atgongd, eldsbruna og trygd.       

HTU politikkurin hjá Føroya Tele fevnir um øll sløg av arbeiðsstøðum bæði í bygningum og úti av húsinum.