Privatlívspolitikkur

Hesin politikkur er galdandi fyri øll, sum nýta okkara vørur og tænastur

Tá ið vit veita tær vørur og tænastur, viðgera vit eina røð av persónsupplýsingum um teg. Tað er tí umráðandi fyri okkum, at tú skilir, hvussu vit savna og viðgera persónsupplýsingarnar.

Hesin politikkur lýsir, hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, tá ið tú nýtir okkara vørur og tænastur, herundir okkara heimasíður. Politikkurin lýsir, hvørjar upplýsingar vit innsavna, hví tær verða innsavnaðar, hvussu tær verða innsavnaðar, hvat tær verða nýttar til, umframt hvørji tíni lógarásettu rættindi eru.

Hesin politikkur er galdandi fyri øll, ið nýta okkara vørur og tænastur. Serstakar viðskiftatreytir, t.d. í samband við keyp o.t., hava forrættindi framum hendan politikk.

Hvør hevur ábyrgdina fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum?

FT Samskifti pf.
Klingran 5
Postrúm 27
110 Tórshavn

FT Samskifti pf. – hereftir FT Samskifti – ásetir endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingunum og ásetir, hvørji hjálparamboð kunnu nýtast. Hetta merkir, at FT Samskifti er “dátuábyrgdari”. Um tú hevur spurningar til politikkin ella viðgerðina av persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á t-post dpo@ft.fo.

Hvussu skráseta og brúka vit tínar persónsupplýsingar?

Vit innsavna persónsupplýsingar upp á tríggjar mátar:

  • Upplýsingar, sum tú sjálv/sjálvur gevur okkum, tá ið tú t.d. stovnar hald hjá okkum
  • Upplýsingar, sum vit sjálvvirkandi innsavna, og upplýsingar, sum verða framleiddar, tá ið tú nýtir okkara tænastur
  • Upplýsingar, sum vit fáa frá triðjaparti

Tað kunnu verða støður, vørur ella tænastur, har vit hava tørv á at fáa fleiri upplýsingar frá tær, enn tær vit vanliga biðja um, men í hesum førum greiða vit serstakt frá treytum og viðurskiftum, ið knýta seg til júst ta støðuna, vøruna ella tænastuna.
Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónsupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónsupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.

Upplýsingar, sum tú sjálv/sjálvur gevur okkum, t.d. tá ið tú stovnar hald hjá okkum
Tá ið tú keypur ella móttekur eina av okkara tænastum, hava vit tørv á ávísum persónsupplýsingum.
Hesar upplýsingar hava vit tørv á, tá ið tú keypir ella móttekur eina fjarskiftisvøru og/ella –tænastur:

  • Títt navn, telefonnummar, bústað, teldupost og aðrar upplýsingar, sum tú gevur okkum, tá ið tú skrásetur teg sum móttakara av okkara tænastum.
  • Upplýsingar um gjaldskort, bankakontu ella aðrar slíkar upplýsingar, sum vit hava tørv á fyri at avgreiða tínar gjaldingar til okkara.
  • Tær tænastur, sum vit veita um okkara heimasíðu, sum t.d. Mítt Ver, krevja, at tú stovnar eina sjálvgreiðslukontu hjá okkum. Fyri at stovna hesa sjálvgreiðsluna  hava vit tørv á navn, telefonnummar, teldupost umframt einum loyniorði.

Hesar upplýsingar hava vit tørv á, um tú velur at móttaka tíðindabrøv, marknaðarføring v.m.:

  • Samskiftisupplýsingar sum navn, telefonnummar, teldupost og bústað.

Upplýsingar, sum vit sjálvvirkandi innsavna, og upplýsingar, sum verða framleiddar, tá ið tú nýtir okkara tænastur
Tá ið tú nýtir okkara tænastur, verða upplýsingar sjálvvirkandi innsavnaðar um teg og tína eind (telda, snildfon, teldil ella annað). Hvørjar upplýsingar verða innsavnaðar, veldst um tænastuna og tað eindina, sum tú nýtir til at fáa atgongd til tænastuna. 
Tá ið tú nýtir okkara fjarskiftistænastur, innsavna vit sjálvvirkandi hesar upplýsingar:

  • Tey telefonnummar, ið tú ringir/skrivar til, ella sum ringja/skriva til tín
  • Dagfesting og klokkutíð á køllum og boðum, sum tú sendur ella móttekur.
  • Longdin á innkomandi køllum og køll, ið eru gjørd umvegis okkara net, umframt hvar tú áleið vart stødd/staddur (staðseting), tá ið hesi køll vórðu gjørd. Greitt verður nærri frá staðseting niðanfyri.
Skráseting av staðseting

Vit innsavna upplýsingar um tína staðseting, tá ið tú nýtir okkara fjarskiftistænastur. Til dømis innsavna vit upplýsingar um, hvar tín eind er stødd á okkara neti, og hetta vísir okkum áleið, hvar í landinum, tú ert stødd/staddur. Hesar upplýsingar mugu vit hava fyri at kunna veita tær fartelefoni.
Um tú nýtir tænastur ella tilboð, ið eru grundað á staðseting, og tú í hesum sambandi hevur givið okkum samtykki til at viðgera tína staðseting, kunnu vit innsavna og skráseta tína staðseting á okkara neti ella møguliga positiónsdátur framleiddar av Global Positioning System (GPS). GPS-dátur vísa nógv neyvari, hvar í landinum, tú ert stødd/staddur.
Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu og/ella nýtir okkara tænastur og sjálvgreiðslur á netinum, innsavna vit sjálvvirkandi hesar upplýsingar:

  • IP-adressuna á tínari eind (telda, snildfon, teldil ella annað), umframt stillingar og modell á eindini.
  • Upplýsingar um nær, hvar og hvussu tú hevur brúkt tænastuna.
  • Innritingarupplýsingar.
  • Upplýsingar um tína vitjan, herundir hvør heimasíða førdi teg til okkara heimasíðu, hvørjar undirsíður tú vitjar og hvørjar heimasíður, tú vitjar frá okkara heimasíðu.
  • Upplýsingar um, hvørjar tænastur ella vørur tú hevur hugt at ella leitað eftir á okkara heimasíðu.
  • Hvussu leingi tú vart á ávísum síðum, og hvussu tú nýtti hesar síður.

Tá ið vit knýta okkara talgildu tænastur saman við tænastum frá triðjaparti, sum t.d. sosialar miðlar, innsavna vit sjálvvirkandi hesar upplýsingar:
Vit innsavna upplýsingar, tá ið vit knýta okkara talgildu tænastur saman við tænastum frá triðjaparti, tá ið tú hevur givið samtykki til tess, sum t.d. Facebook ella Instagram. Talan er aloftast um somu upplýsingar, sum vit hava lýst omanfyri (navn, teldupost, ID-adressu, staðseting).

Upplýsingar, sum vit fáa frá triðjaparti
Vit innsavna av og á persónsupplýsingar um teg frá triðjaparti í sambandi við tær tænastur, ið vit veita tær. Hetta gera vit bert, um tú hevur givið okkum samtykki til hetta, ella um hetta er heimilað ella kravt í galdandi lóggávu.
Vit kunnu m.a. innsavna upplýsingar frá tínum sosialu miðlum, um tú hevur loyvt hesum. Tú kanst stýra hesari innsavna umvegis stillingunum á tínum sosialu miðlum.
Vit skráseta og brúka upplýsingar um teg fyri at kunna veita tær tænastur og vørur, sum tú hevur umbiðið frá okkum umframt at kunna veita neyðuga support á hesum somu tænastum og vørum. Hetta merkir, at vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar til:

  • Umsiting av kundaviðurskiftum við teg.
  • Samskifti við teg um vørur og tænastur, sum vit veita tær.
  • Yvirlit yvir nýtslu av tænastum og vørum.
  • Umsiting av okkara tænastu umframt feilfinning, stýring og menning av netinum, soleiðis at vit kunnu veita tær ta bestu tænastuna.
  • Vit hava løgfrøðiliga skyldu til tess, t.d. sambært:
    • Skattalóggávu
      • Bókhaldslóggávu
      • Persónsdátulóggávu
  • Tað er neyðugt fyri at fylgja løgfrøðiligum áhugamálum hjá okkum. Tað kann t.d. vera fyri at forða fyri misnýtslu ella missi, og/ella í samband við beinleiðis kunningarendamál.

Vit kunnu eisini nýta ávísar persónsupplýsingar í sambandi við okkara marknaðarføring, t.d. so at vit kunnu geva tær meiri viðkomandi og tillagaða kunning og marknaðarføring.
At enda so kunnu vit eisini nýta persónsupplýsingar til hagfrøði og greining, men tá er talan um upplýsingar, ið eftir 6 mánaðir verða gjørdar navnleysar, soleiðis at tað ikki ber til at eyðmerkja persónar longur.

Viðgerðarheimild

Viðgerð av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild fyri viðgerðini. Í mun til hvørja viðgerð, talan er um, vil heimildin altíð vera ein av fylgjandi:

  • At vit ítøkiliga hava innsavnað eitt samtykki frá tær til viðgerðina.
  • Viðgerðin er neyðug við atliti til at uppfylla eina avtalu, sum tú ert partur av (t.d. veiting av tænastu).
  • Viðgerðin er neyðug fyri at yvirhalda eina løgfrøðiliga skyldu, sum áliggur okkum sambært lóg.
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at vit ella triðjipersónur løgfrøðiliga kunnu fylgja einum serligum og grundaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá tær, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga fram um.

Hvussu leingi varðveita vit tínar persónsupplýsingar?

Vit varðveita tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið, sum tínar dátur eru skrásettar og verða brúktar til. Summar av tínum upplýsingum, so sum navn, teldupostur o.l. varðveita vit so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru, ímeðan aðrar, so sum nýtsluyvirlit o.l. verða slettaðar eftir styttri tíð.
Sambært bókhaldslóggávuni skulu vit varðveita roknskapartilfar í fimm ár frá endanum av tí roknskaparári, sum tilfarið viðvíkur.
Marknaðarføringssamtykki verða varðveitt, so at hesi kunnu skjalprógvast. Tey verða varðveitt, so leingi tey eru galdandi, og í tvey ár eftir, at tey seinast vórðu nýtt.
Sum fjarskiftisveitari skulu vit í ávísum førum varðveita ávísar upplýsingar um ferðslu á okkara neti, soleiðis at hesar upplýsingar kunnu nýtast til kanningararbeiði o.t. hjá løgregluni. Hetta er ásett við lógarkravi, vísandi til §8, stk. 1, nr. 5 í Lóg um Persónsupplýsingar.  Vit innsavna og varðveita bert slíkar upplýsingar, um har fyriliggur dómaraváttan. Slíkar upplýsingar verða varðveittar, so leingi tørvur er á tí.
Dátur, sum eru viðkomandi fyri møgulig rættarkrøv, sum fyrna sambært viðkomandi fyrningarlóggávu, verða varðveittar í fimm ár.

Hvussu – og til hvønn – deila og víðarilata vit persónsupplýsingar?

Vit deila tínar persónsupplýsingar millum feløgini í Føroya Tele-samtakinum, tá ið tað er neyðugt og samsvarandi oman fyri nevndu endamálum. Øll feløgini í samtakinum viðgera upplýsingarnar í samsvar við henda politikk og við galdandi lóggávu.
Vit hava samtarvspartar og uttanhýsis tænastuveitarar, sum hjálpa okkum at veita tær tænastur, vit bjóða. Í summum førum er neyðugt hjá okkum at víðarilata persónsupplýsingar til hesar triðjapartar, bæði innanlands í Føroyum, og eisini uttanlands við útlendskar samstarvspartar.

Vit deila ella víðarilata tínar persónsupplýsingar, tá ið:

  • Tað er neyðugt hjá okkum at nýta ein uttanhýsis samstarvspart at veita eina ávísa tænastu til tín.
  • Tú biður um, at vit deila tínar persónsupplýsingar við ein triðjapart samsvarandi hesum politikki.
  • Tú hevur givið okkum títt samtykki til at deila tínar pesónsupplýsingar.
  • Tað er kravt av ella loyvt okkum sambært galdandi lóggávu at víðarilata tínar persónsupplýsingar, t.d. fyri at verja teg, okkum ella ein annan part móti skaða, ella tá tað verður álagt okkum við dómi, úrskurði ella á annan lógligan hátt at víðarilata upplýsingar.

Vit hava harumframt skyldu at lata ymsar upplýsingar víðari til møguligar veitarar av nummarupplýsingadátugrunnum v.fl., uttan so at tú hevur fráboðað, at slíkir upplýsingar ikki skulu almannakunngerast.
Tá ið vit deila tínar persónsupplýsingar, fremja vit neyðugu atgerðirnar, so at vit kunnu tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøði verður varðveitt í sambandi við slíkar dátuflytingar. Slíkar atgerðir fevna m.a. um at gera nøktandi sáttmálar við triðjapart – serliga um talan er um triðjapartar uttan fyri Føroyar og ES.
Vit fara aldrin at selja tínar persónsupplýsingar til triðjapart, uttan at tú greitt hevur givið samtykki.

Tíni rættindi

Innlit í tínar persónsupplýsingar
Endamálið við hesum persónsupplýsingarpolitikki er at greiða tær frá okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, umframt at vit veita tær kunning og innlit í hesa viðgerð, sum okkum er álagt sambært galdandi lóggávu.
Um tú hevur tørv á neyvari kunning ella innlit, kanst tú fáa innlit í júst tínar persónsupplýsingar, sum vit hava skrásettar og brúka, íroknað hvar hesar stava frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst fáa at vita, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingar um teg. Tín rættur til innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur í tann mun títt innlit ger seg inn á rættin hjá øðrum.

Rætturin til at átala 
Tú hevur rætt til at átala viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um átalan verður mett at vera heimilað, steðga vit allari viðgerð av umfataðu persónsupplýsingum.

Rætt til at biðja um rætting, striking ella steingjan
Tú kanst biðja um at fáa rætta, strika ella stongt persónsupplýsingar, sum eru rangar, villleiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.

Afturkalling av samtykki
Tú kanst til eina og hvørja tíð afturkalla eitt samtykki, sum tú hevur givið okkum. Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Gev gætur, at vit eisini halda fram við at brúka tínar persónsupplýsingar t.d. fyri at yvirhalda eina avtalu vit hava gjørt við teg, ella um vit hava ein lógarásettan rætt til at gera so.Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

FT Samskifti pf.
Klingran 5
Postrúm 27
110 Tórshavn
Tlf.: +298 303030
Teldupostur: dpo@ft.fo

Um tú ynskir at kæra um viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú senda kæru inn til Dátueftirlitið:

Dátueftirlitið
Postrúm 300
Tinganes
110 Tórshavn
Tlf.: +298 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

Broytingar av persónsupplýsingarpolitikkinum

Hesin persónsupplýsingarpolitikkur er galdandi frá 1. juli 2020. Vit dagføra politikkin eftir tørvi og boða frá øllum broytingum á okkara heimasíðu. Um tú heldur á fram at nýta okkara tænastur, váttar tú samstundis hendan politikk.
Um vit meta, tað er neyðugt, ella um umfatandi broytingar verða gjørdar í politikkinum, kunnu vit senda tær ein teldupost ella sms-boð við kunning um, at politikkurin er dagførdur.
Um tú vegna umfatandi broytingar av hesum politikki ynskir at uppsiga ávísar tænastur, hevur tú 30 dagar til tess, eftir at dagførdur politikkur er fráboðaður, har tú ókeypis kanst uppsiga tænasturnar. Um skrivlig uppsøgn ikki verður send innan 30 dagar, eru broytingarnar at meta sum váttaðar.