Ert tú okkara nýggi KT-mennari? 

Hevur tú hug at arbeiða við KT, forritan og nýggjari tøkni? Dámar tær at loysa uppgávur saman við øðrum og síggja, at tað, tú mennir, verður brúkt í verki? So kanst tú vera tann, vit leita eftir.

Á deildini Menning arbeiða vit við skipanum, loysnunum og tøknini handan tænasturnar hjá Føroya Tele. Vit hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at tøknin er trygg, nútíðarhóskandi og kann víðkast til onnur endamál. Vit menna og viðlíkahalda innanhýsis skipanir, arbeiða við sambindingum millum skipanir og eru við til at menna nýggjar vørur og tænastur. 

Um starvið 

Tú verður partur av einum toymi, har vit leggja dent á gott samstarv, fakliga menning og at hjálpa hvørjum øðrum. Vit arbeiða agilt við Scrum og JIRA, og vit brúka nýmótans arbeiðshættir – eisini vitlíki – til at gera arbeiðsgongdirnar smidligari og betri. 

Vit arbeiða millum annað við .NET, DevOps og Kubernetes, men tær nýtist ikki at duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur góðan áhuga fyri forritan, ert forvitin eftir nýggjari tøkni og hevur hug at læra. 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at: 

  • menna og viðlíkahalda skipanir 
  • arbeiða við sambindingum millum skipanir 
  • taka lut í verkætlanum og toymisarbeiði tvørtur um deildir 
  • gera tøkniligt greiningararbeiði 
  • læra og brúka nýggja tøkni 
  • vera við til at skapa loysnir, sum gera gerandisdagin lættari hjá øðrum 

Vangamynd 

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur áhuga fyri forritan 
  • hevur hug at læra um system design og tøkniligar loysnir 
  • dugir at samstarva og samskifta týðiliga 
  • tekur ábyrgd av tínum uppgávum, eisini tá nógv er á skránni 
  • ert forvitin, ábyrgdarfull/ur og opin fyri nýggjum arbeiðshættum 
  • hevur lokið KT-útbúgving á bachelor- ella kandidatstøði  

Hevur tú royndir ella verkætlanir at vísa á, er tað ein fyrimunur – men tað týdningarmesta er, at tú hevur rætta hugburðin og áhuga fyri at mennast.

Vit bjóða tær 

  • eitt spennandi starv í einum føroyskum tøkniumhvørvi 
  • eitt toymi, har samanhald og sparring hava stóran týdning 
  • møguleika at arbeiða við nýggjari tøkni 
  • góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning 
  • møguleika fyri fleksiblari arbeiðstíð 

Starvsviðurskifti og umsókn 

Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. 

Umsókn, lívsrensl og avrit av viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. oktobur 2026. 

Starvið kann søkjast her.

Samband

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Hallur Holm Johannessen

Tøkniligur toymisleiðari │ Menning
KT-økið

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin