
Vinnukundastjóri til Føroya Tele
Føroyska vinnulívið er í rúkandi menning, og samstundis vaksa krøvini til álítandi sambond, talgildar heildarloysnir og trygd. Við kundanum í miðdeplinum skal Føroya Tele framhaldandi vera fremsti veitari til vinnuna. Vit leita eftir einum vinnukundastjóra, sum skal standa á odda fyri áhaldandi at styrkja og menna vinnukundaøkið.
Vit bjóða eitt leiðarastarv við beinleiðis ávirkan á framtíðina hjá Føroya Tele og talgildingina av føroyska vinnulívinum. Tú fært møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum, virknum og nýhugsandi umhvørvi, har vit sameina høga tænastu við nýhugsan, dygd og ábyrgd.
Ein týðandi leiklut í framtíðini
Sum vinnukundastjóri fært tú ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at Føroya Tele heldur fast um sín leiklut sum álítandi og framskygdur samstarvspartur fyri vinnulívið.
Tú skalt seta kósina fyri vinnuøkið, menna kundasambond og skapa dygdarloysnir, ið sameina fjarskifti, net, dátutænastur og trygd. Uppgávan er bæði strategisk og krevur góð evni at seta í verk. Tú verður við til at dríva nýhugsan og tryggja, at vit eru har, tá vinnan hevur mest brúk fyri okkum.
Leiðsla og samstarv
Tú leiðir vinnuøkið og hevur ábyrgd av at tryggja framgongd, dygd og eitt felags stev eftir greiðum málum. Starvið krevur gott yvirlit, fakliga djúpd og evni at stimbra tvørgangandi samstarv við aðrar deildir á Føroya Tele. Tú verður partur av ovastu leiðsluni og vísir beinleiðis til samtaksstjóran.
Tín vangamynd
Tú hevur royndir innan vinnusølu, kundaleiðslu ella ráðgeving og kennir týdningin av at arbeiða við heildarloysnum.
Tú hevur gott innlit í føroyska vinnulívið og skilur, hvussu álit og sambond verða bygd og viðlíkahildin. Somuleiðis trívist tú í einum arbeiðsumhvørvi, har gott og greitt samskifti, daglig leiðsla og strategisk hugsan ganga hond í hond.
Tær nýtist ikki at vera tøkniserfrøðingur, men hevur tekniskt flair og góð evni at seta teg inn í fjarskiftis-, dátu- og trygdarloysnir og skilja, hvussu tær skapa virði fyri kundan. Týdningarmiklast er, at tú arbeiðir við kundanum í miðdeplinum og dugir at skapa úrslit, sum byggja á álit og góðsku.
Starvsstaður og løn
Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og uppgávurnar fevna um alt landið. Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu.
Søk starvið
Hevur tú hug at seta dám á framtíðarsambandið millum Føroya Tele og føroyska vinnulívið?
Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. november 2025. Send umsókn og lívsrensl her.
Setanin verður skipað í samstarvi við Bergdís Gisladóttir Jensen, uttanhýsis ráðgeva. Spurningar um starvið kunnu stílast til Bergdís á bergdis@vidsyni.fo ella 599913.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
