

Samskipari til KT-økið á Føroya Tele
Hevur tú góð evni at halda yvirlit og skapa framdrátt saman við øðrum? Trívist tú við at hava nógvar bóltar í luftini og tryggja, at arbeiðið flytir seg rætta vegin? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Um starvið
Sum samskipari verður tú ein virkin partur av KT-økinum, sum spælir ein lyklaleiklut í verkætlanum, har nýggjar vørur og tænastur verða mentar. Økið fevnir um eitt breitt arbeiðsøki – frá rakstri og viðlíkahaldi av skipanum til tøkniliga ráðgeving og menning av nýggjum loysnum. Vit arbeiða bæði við innanhýsis skipanum og tænastum, sum røkka víða út í samtakið. Hetta merkir, at uppgávurnar eru fjølbroyttar, og tú verður við til at skapa yvirlit, raðfesta og tryggja framdrátt – bæði í verandi uppgávum og teimum, sum liggja í bíðirøð. Tú hevur ábyrgd av at tryggja, at uppgávurnar eru væl greinaðar og lýstar, áðrenn tær verða settar í verk, eins og tú tekur stig til at beina burtur fyri forðingum, sum kunnu steðga gongdini. Eisini fert tú at stuðla undir og styrkja verandi mannagongdir á økinum.
Arbeiðsuppgávur:
- Stýra dagligu KT-uppgávunum og tryggja yvirlit yvir framgongd og bíðirøð
- Skipa fundir sambært scrum-arbeiðshættinum (t.d. daily, sprint planning, retrospective o.a.)
- Virka sum bindilið millum KT og aðrar deildir í samtakinum
- Tryggja, at uppgávur eru væl greinaðar og lýstar
- Geva regluligan status til uppgávustillarar og áhugapartar
- Menna og betra mannagongdir og samstarv tvørtur um samtakið
- Stýra smærri verkætlanum
Vit ímynda okkum, at tú
- Hevur góð evni at samskipa, raðfesta og tryggja framdrátt
- Dugir væl at samstarva og samskifta við ymiskar fakbólkar
- Torir at taka avgerðir og ert støðug/ur og smidlig/ur
- Trívist í einum umhvørvi, har ting broytast og mugu umraðfestast skjótt
- Hevur kunnleika til Atlassian/Jira og/ella royndir innan samskipan, verkætlanarstýring ella KT-rakstur (ikki krav, men ein fyrimunur)
Vit bjóða
- Fjølbroytt og týðandi starv, har tú veruliga gert mun
- Eitt spennandi umhvørvi, har nógv er á skránni
- Ávirkan á, hvussu KT-arbeiðið verður skipað í einum framkomnum samtaki
- Góðan trivnað, sterkt samstarv og fleksibla arbeiðstíð
- Góða innleiðslu og vegleiðing í agilar arbeiðshættir, tøkni og mannagongdir
Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu sendast í seinasta lagi sunnudagin 31. august 2025. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík. Setanar- og lønarviðurskifti verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála ella royndum.
Søk starvið her.
SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara
– eisini um tú ivast í, um starvið hóskar til tín.