Søk um innlit

Ynskir tú at søkja um innlit, skalt tú útfylla oyðublaðið niðanfyri og senda okkum hetta.
Allar áheitanir hava eina viðgerðartíð á upp til 30 dagar.
Spurningar viðvíkjandi innlitsumbønir og annað skulu sendast til dpo@ft.fo.  

Tá søkt verður um innlit, verður samleikaprógv kravt umframt váttan frá løgfrøðiliga eigaranum, um tú t.d. ert í starvi hjá kunda hjá FT, um at tú ert brúkari av haldinum. Ert tú í starvi hjá kunda hjá FT, skal áheitanin tí eisini váttast av løgfrøðiliga eigaranum av haldinum.  

Ynskir tú at søkja um innlit vegna ein annan persón, so krevst fulltrú frá tí skrásetta.