
Leys størv


Brennur tú fyri sosialum miðlum og at skapa fangandi innihald?
Vit leita eftir einum skapandi og ágrýtnum fólki, sum dugir væl at arbeiða við sosialum miðlum og skapa spennandi innihald til okkara talgildu pallar. Tú fert eisini at hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og menna hugskot saman við okkara toymi.


Droymir tú um eitt lærupláss innan handil?
Vit sóknast eftir einum forvitnum, ágrýtnum og tænastusinnaðum lærlingi at koma í læru í Telebúðunum hjá okkum í Tórshavn og Hoyvík.
Sjálvboðin umsókn
Fólkið er hjartaslátturin hjá Føroya Tele, og tí vilja vit altíð frætta frá fólki, sum hava eitt brennandi ynski um at skapa sær eitt navn í fyritøkuni. Skulu vit ganga á odda í føroyska framburðinum, so krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg til ein heim í støðugari broyting. Lat hugin fremja verkið.
Send okkum eina sjálvbodna umsókn, tí so ert tú longu væl á veg. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast umvegis leinkið niðanfyri. Tá tú sendir okkum eina sjálvboðna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 6 mánaðir.
Tá ið tú sendir okkum eina sjálvbodna umsókn, leggja vit stóran dent á, at umsóknin myndar teg sum tann persónin, tú ert. Minst tí til tann persónliga vinkulin umframt at upplýsa, hvørja útbúgving tú hevur, hvørjar royndir tú hevur, og hvat títt áhugaøki er. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Send sjálvbodna umsókn her.