Tað er av stórum týdningini, at starvsfólk trívast væl og hava góðar karmar at virka undir.  

​​Øll starvsfólk eiga at vísa starvsfeløgum skynsemi í mun óformligt prát og ljóðstyrki á teldu/telefonum/útvarptólum og øðrum tólum. Ein og hvør hevur loyvi at siga frá, um tosað verður ov hart og vísa á møguleikan at fara burturfrá at tosa. Øll hava sjálvandi ábyrgd av at rudda upp eftir sær og vera felags um uppgáva at halda arbeiðsøkir ruddilig og rein.   

Kopipappír og annað á goymslu  
Viðkomandi, ið setir á seinastu eskju við kopipappíri ella øðrum, ið er á goymslu, hevur ábyrgd av at boða frá hesum. Við atliti fyri umhvørvinum, vilja vit sum samtak gerast so pappírleys sum tilber. Tí verður heitt á starvsfólk um at brúka talgildar loysnir, har møguleiki er fyri tí og avmarka alla nýtlu av pappíri sum heild.   
  
Køksborð/køksvask  
Køksborðið í “kaffibussinum” skulu altíð verða rein og ruddilig. Hvør einstakur hevur ábyrgd av, at steintoy og annað, ið tikið verður upp á deildirnar, verður koyrt oman aftur í kantinuna.  
Matrestir, molar og annað skal ikki liggja í vaskinum, eins og skitið steintoy og skitnir borðiskar heldur ikki skulu standa i vaskinum.  
  
Upprudd og reinføri  
Starvsfólk verða biðin um at taka upp eftir sær órudd og annað, ið tey stilla frá sær.   
Hetta er eisini galdandi, tá ið veitslur eru soleiðis, at øll hjálpast at við at rudda og halda hølini rein. Skipað verður leypandi fyri ruddingardøgum soleiðis, at vit øll kunnu hjálpast at halda eitt reint og ruddiligt arbeiðsumhvørvi á øllum hæddum og bygningum.   

Fundarvirksemi og hølir  
Tá ið gestir koma í Klingruna í samband við fundir ella annað virksemi, skulu hesir skrásetast í talgildu móttøkuskipanini í Telebúðini ella vit NET-inngongina. ​Gestir, viðskiftafólk og onnur eiga ongantíð at ganga einsamøll í húsinum og skulu altíð bera navnaskelti.  

Tá ið fundarhølir verða brúkt, hava luttakarar á fundinum ábyrgd av at rudda eftir sær og verturin skal lata hølið frá sær í sama standi, sum tá tað bleiv tikið í brúk.  
  
Heitt verður á øll um at minnast til at strika ella flyta bíleggingina, tá ið fundir verða avlýstir ella fluttir.  

Prent og avrit til privat brúkt:  
Starvsfólk á Føroya Tele, ið ynskja at taka avrit til privatbrúk (td. sangir til føðingardagar, sangheftir til brúdley) kunnu rinda fyri kostprís og Føroya Tele fær sostatt hvørki vinning ella tap í samband við hesa tænastu umframt, at starvsfólk fáa høvi at taka avrit fyri lágan kostnað. Tú kanst lesa meira um hettar í starvsfólkahondbókini, eftir byrjan.