Hjástørv skulu skiljast sum lønt størv, sum starvsfólk hava afturat høvuðsstarvi sínum á Føroya Tele.  Meginreglan er, at starvsfólk einans kunnu røkja hjástørv, um loyvi er givið frá stjóranum í felagnum.  

Stjórin skal í hvørjum einstøkum føri gera meting av, um hjástarvið kann sameinast við dagliga starvið, sum viðkomandi er sett/ur at røkja á Føroya Tele. Í metingini skal stjórin taka fyrilit fyri, um hjástarvið kann taka ov stóra orku frá høvuðsstarvinum, í tann mun, at hetta ikki verður røkt til fulnar. Stjórin metir eisini, um áhugamálini í hjástarvinum og tíðin til hjástarvið kunnu sameinast við dagliga starvið á Føroya Tele.  

Áhugastørv  

Áhugastørv skulu skiljast sum ólønt størv, sum til dømis limaskapur í nevndum í áhugafeløgum.  

​Tað er ikki krav, at leiðslan skal góðkenna, at starvsfólk hava áhugastørv. Havast skal tó í huga, at virksemið, ið ein hevur uttanfyri sítt høvuðsstarv, ikki má taka ov nógva orku frá høvuðsstarvinum.  
  
Samsvar má vera millum egin áhugamál og áhugamálini hjá Føroya Tele.