Familja og arbeiði

Arbeiðið er ein stórur partur av gerandisdegnum, og tí er umráðandi, at arbeiðið og heimalívið ganga hond í hond.   

​​Tað er ábyrgdin hjá leiðarum at tryggja eitt arbeiðsumhvørvi, sum gevur møguleika fyri góðum javnvági millum arbeiðslív og heimalív. Harvið hevur leiðarin ábyrgd av at tryggja, at fleiri starvsfólk kunnu røkja somu uppgávur, soleiðis at hesar ikki verða óloystar vegna forfall av sjúku ella fráveru.  

At broyta arbeiðstíð  
Lívsumstøður hjá starvsfólkum broytast leypandi gjøgnum eitt arbeiðslív. Føroya Tele samtakið ynskir, í tann mun tað ber til, at ganga grundaðum ynskjum um broytta arbeiðstíð á møti – eitt nú við at seta arbeiðstíðina niður í eitt ávíst tíðarskeið av arbeiðslívinum.   
Broytingin eigur ikki at forða fyri møguleikum fyri fakligari og persónligari menning á arbeiðsplássinum.  
  
Heimaarbeiðspláss  
Starvsfólk hava møguleika at arbeiða heimanífrá, um arbeiðsuppgávur og umstøðum annars loyva tí. Hetta eigur at gerast sambært avtalu við nærmasta leiðara, har partarnir koma ásamt um uppgávur og tíðararskeið fyri, nær arbeitt verður heimanífrá. Tá ið arbeitt verður heimanífrá, eru starvsfólk tøk á sama hátt, sum vóru tey á arbeiðplássinum.  
  
Børn við til arbeiðis  
Um arbeiðsumstøðurnar loyva tí, kunnu starvsfólk hava børn við til arbeiðis einstakar løtur. Heitt verður á starvsfólk um at tryggja, at børnini órógva minst møguligt.  

Familjidagur 
Samtakið leggur seg eftir at geva børnum hjá starvsfólkum møguleika at kenna Føroya Tele samtakið í mun til starvsfólk, bygningar, virksemi og søgu. Tí verður skipað fyri familjutiltøkum árliga. Fast á skrá er barnajól undan jól og ein familjudagur um summarið. Starvsfólk eru vælkomin at bjóða egnum børnum ella børnum í nærmastu liðum í familjuni við til tiltøkini.