

Tøknifrøðingur til Tele
Hevur tú áhuga fyri fjarskiftistøkni og ynskir tú at gerast partur av einum toymi, sum arbeiðir við nýggjastu tøknini innan fartelefonsamskifti? Vit sóknast eftir einum forvitnum og fakliga áhugaðum tøknifrøðingi, sum saman við okkum vil tryggja og menna okkara farnet.
Um starvið
Sum partur av deildini Tele fært tú møguleikan at arbeiða í einum fjølbroyttum og framkomnum tøkniligum umhvørvi. Tú verður partur av einum toymi, sum saman mennir og viðlíkaheldur farnetið hjá Føroya Tele. Umframt dagligt samstarv við dugnalig starvsfólk, kemur tú eisini at samstarva við stórar altjóða tøknifyritøkur.
Vit leggja dent á felagsskap og samstarv, og tú fert at luttaka í menningini av nýggjum tænastum og loysnum í einum arbeiðsumhvørvi, har læring og at finna nýggjar loysnir eru í miðdeplinum.
Arbeiðsuppgávur:
Vit vænta ikki, at tú lúkur øll krøvini – men tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir inn:
- Rakstur og viðlíkahaldi av tænastum innan farnet og IP-net
- Linux/UNIX-skipanum
- IP-útgerð (beinara, switch og firewalls)
- Virtuellum skipanum
- VPN-tøkni (MPLS, IPsec)
- VoIP og aðrari samskiftistøkni
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur útbúgving innan verkfrøði, KT ella samskiftistøkni, ella hevur líknandi viðkomandi útbúgving
- Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Dugir væl at samstarva og trívist við at arbeiða saman við øðrum
- Hevur áhuga og hegni til at finna góðar loysnir og luttaka í menningini av okkara neti
Vit bjóða
- Møguleikan at arbeiða við nýggjastu farnettøkni í einum spennandi og læruríkum arbeiðsumhvørvi
- Eitt spennandi starv við fjølbroyttum avbjóðingum
- Samstarv við dugnalig starvsfólk og útlendskar fyritøkur
- Góða innleiðslu, vegleiðing og fakliga menning
- Fleksiblar arbeiðstíðir, sum geva tær møguleika at laga arbeiðsdagin til tín tørv og familjulív
- Gott arbeiðsumhvørvi við denti á samstarv, trivnað og nýhugsan
Starvs- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn verður ásett sambært viðkomandi sáttmála.
Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 17. august 2025.
Tú søkir starvið her.
SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara
– eisini um tú ivast í, um starvið hóskar til tín.