KT-mennari til Føroya Tele

Hevur tú áhuga fyri KT og dámar tær at arbeiða við forritan og menning av skipanum? Ert tú forvitin eftir nýggjari tøkni og trívist tú í einum toymi, har samanhald og faklig menning eru í hásæti? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Hví arbeiða hjá okkum?
Sum KT-mennari verður tú partur av deildini Menning, ið virðir gott samanhald og har vit fara væl um hvønn annan. Vit tora at hugsa ørðvísi, arbeiða fleksibult og nýta nýmótans arbeiðshættir. Á deildini leggja vit stóran dent á fakliga menning og sparring. Deildin er skipað á agilan hátt við Scrum og JIRA, sum tryggjar eitt samsvarandi og effektivt arbeiðslag.

Menning hevur ábyrgd av forritan og viðlíkahaldi av øllum innanhýsismentum skipanum, sambindingum til og ímillum rakstrarskipanir. Deildin hevur eisini ein lyklaleiklut í menning av produktum og tænastum, eins og at veita support og ráðgeving til deildir tvørtur um Samtakið.

Til menning brúka vit í høvuðsheitum .NET saman við tænastum frá Azure og Kubernetes til hýsing. Vit fylgja DevOps-mannagongdum fyri at tryggja smidligar og góðskutryggjaðar menningartilgongdir.

Hvat verður tín leiklutur?

Sum KT-mennari verður tín leiklutur at tvinna saman fakligar førleikar við tín áhuga at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú skalt taka ábyrgd, luttaka í verkætlanararbeiði og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar, sum skulu tryggja, at skipanir verða mentar á nýmótans tøkniligum støði.

Tú skalt hava góðar førleikar í forritan, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar innan system design.
Vit hugsa, tú hevur lokið KT-útbúgving á kandidat- ella bachelorstøði, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur ítøkiligar royndir og avrik at vísa á.

Starvsviðurskifti og umsókn 
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík og møguleiki er fyri at skipa arbeiðstíðina fleksibult. Arbeiðið krevur, at tú trívist í einum broytiligum gerandisdegi.

Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. oktober 2025. Setanarviðurskifti og løn vera ásett við støði í viðkomandi sáttmála.

Tú søkir starvið her.

SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara

Bára Dybczak

Verkætlanar- og toymisleiðari │ Menning
KT-deildin

Hallur Holm Johannessen

Tøkniligur toymisleiðari │ Menning
KT-deildin

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.