

Fíggjarfrøðingur til Føroya Tele
Hevur tú góð analytisk evni og áhuga fyri fíggjarstýring? Trívist tú við at greina tøl og gera greiðar niðurstøður, sum kunnu brúkast í strategiskum avgerðum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Um starvið
Vit sóknast eftir einum fíggjarfrøðingi til fíggjardeildina hjá Føroya Tele. Deildin hevur ein týðandi leiklut í at fyrireika fíggjarliga grundarlagið undir avgerðum í samtakinum og arbeiðir við frágreiðingum, uppfylging og ráðgeving. Tú kemur at arbeiða tætt saman við fíggjarstjóranum og starvsfeløgum tvørtur um deildir.
Arbeiðsøkið er fjølbroytt og fevnir m.a. um:
- At fyrireika og framleiða innanhýsis og uttanhýsis fíggjarfrágreiðingar
- Arbeiða við fíggjarætlanum, framskrivingum og kostnaðargreiningum
- Menna virkisætlanir og gera strategiskar greiningar
- Greina stórar datamongdir og miðla úrslit á greiðan hátt
- Tryggja, at avgerðir byggja á haldgott fíggjarligt grundarlag
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur eina hægri útbúgving innan búskap, sum cand.oecon., cand.merc. ella líknandi
- Hevur royndir innan fíggjarstýring, controlling ella roknskap
- Hevur góð samskiftisevni og dugir at samstarva uppá tvørs av fakøkjum
- Hevur lætt við at seta teg inn í KT-amboð, sum eru neyðug fyri at kunna røkja starvið
Tað er avgerandi, at tú hevur góð analytisk evni, megnar at gera niðurstøður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða tær
- Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, við møguleika fyri beinleiðis ávirkan á strategiskar avgerðir í samtakinum
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
- Eitt arbeiðsumhvørvi, har samstarv, álit og menning eru í fokus
- Fleksibilitet í mun til arbeiðstíð og góðar starvsfólkaágóðar
Starvsviðurskifti og umsókn
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og lønin verður ásett eftir avtalu.
Ljóðar hetta sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 25. mai 2025.
Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Tú søkir starvið her.
SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara