Vit leita eftir einum handilslærlingi
– er tað tú?


Dámar tær at samskifta við fólk og arbeiða við nýggjastu tøknini? So er læruplássið sum handilslærlingur í Telebúðunum hjá okkum í Tórshavn og Hoyvík kanska akkurát nakað fyri teg. Her fært tú eitt fjølbroytt og mennandi lærupláss í einum toymi, har vit brenna fyri at veita framúr tænastu til kundar okkara.


Um læruplássið
Sum handilslærlingur fært tú innlit í alt frá kundaráðgeving til sølu og uppsetan av snildum loysnum. Tú verður partur av einum toymi, sum hjálpir kundum at finna røttu loysnirnar og at brúka tænasturnar, sum passa til teirra tørv. Lærutíðin skiftir ímillum arbeiði í Telebúðunum og skúlagongd á Glasi.


Vit ímynda okkum, at tú:

  • dámar væl at tosa við fólk og veita góða tænastu
  • ert blíð/ur, fyrikomandi og nærlagdur/nærløgd
  • hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og at læra nýtt

Lærutíð:
Lærutíðin veldst um útbúgvingina, ið tú hevur frammanundan:

  • 2 ár við búskaparbreyt ella HH-prógvi
  • 2½ ár við øðrum miðnámi
  • 3 ár við FHS-prógvi

Vit bjóða tær:

  • eitt spennandi lærupláss við fjølbroyttum uppgávum
  • góðar starvsfelagar og eitt gott læruumhvørvi
  • møguleika at mennast fakliga og persónliga

Starvs- og lønarviðurskifti
Arbeiðsstaðurin er í Telebúðini í Tórshavn og Hoyvík. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið, galdandi fyri Føroya Tele.


Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum læruplássið fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 17. august 2025. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu.

Søk starvið her.

SAMBAND


Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara

Charlotta Mikkelsen

Bólkaleiðari │ Klaksvík og Saltangará
Telebúðir

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.